Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vil samgongan miðspjaða almennar stovnar ella ei?

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  13.04.2021 - 13:52 Politikkur Tíðindaskriv

Nú kemur loksins ein føroysk veðurstova, sum bíðað hevur verið eftir síðan 2009, tá Føroyar yvirtóku málsøkið. Kortini undrast Eyðgunn Samuelsen á, hví veðurstovan er staðsett í Tórshavn, tá arbeitt hevur verið við veðurfrøði aðrastaðni í landinum.

Herfyri skrivaði Vørn tey gleðiligu tíðindi, at ein veðurstova endiliga verður sett á stovn í Føroyum. Samstundis verður eisini boðað frá, at veðurstovan fyribils skal húsast við Hoyvíksvegin í Havn.

- Tað er ongin loyna, at arbeitt verður innan veðurfrøði bæði á flogvøllinum og í Norðoyggjum, og partvíst eru hølir og útgerð tøk har. Tí vóru tað fleiri við mær, sum undraðust á, hví landsstýrið hevur valt at staðseta veðurstovuna í Havn, sigur Eyðgunn Samuelsen, og heldur fram:

- Hetta setir eisini hol á ein uppaftur størri spurningum um, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum. Undanfarna samgonga hevði sum mál, at nýggir almennir stovnar skuldu í størst møguligan mun verða staðsettir uttanfyri miðstaðarøkið.

Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýrismanninum í fiskimálum, sum varðar av málinum, ein fyrispurning um málið. Í fyrispurninginum vil hon hava greiðu á, hvørji atlit eru tikin til staðsetingina av veðurstovuni, og um ætlan er at flyta veðurstovuna ella partar av henni út um landið. Harafturat spyr hon eisini, hvørja ætlan samgongan hevur viðvíkjandi miðspjaðing av almennum stovnum.

Landsstýrismaður hevur 10 yrkadagar at svara fyrispurninginum frá Eyðgunn Samuelsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár skráin sæst her
Símun Háberg vitjar Norðlýsið
Kirkjan fyri størri umvæling
Veðrið í dag
Fiskimála­ráð­har­rin vitjaði JFK í Barcelo…
Flaggdagshald í Vágstúni
Drál máar aftur støðið undan rættartrygd…
Vælkomin til forvitnisligt franskt kvøld…
Flogbóltsfinalur við Tjarnir leygar­dagin
SjóGló vann danmarksmeistaraheitið í íve…
Nýggj bók: Tá leiðarar hugsa ov nógv
ELM Capital ApS kunnger fyrsta exit: Gal…
Í gjár valdi Løgtingið nýggjar løgtingsg…
Føroyar til hægstbjóðandi
Ungfólk hugnaði sær í Svínoy
Almenn móttøka hjá Lunnar fríggja­dagin k…
KBH skal umvæla kommunuskriv­stovuna
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…