Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vendi øllum í seinna hálvleik

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  14.04.2021 - 22:56 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Víkingur var frammanfyri 1-0 í hálvleikinum. Men KÍ vendi øllum í seinna hálvleiki og so endaði tað sum so ofta síðstu árini í Sarpugerði við einum sigri til KÍ.

Í KÍ-uppstillingini var tað óvæntað, at Árni Frederiksberg, sum hevur verið við í flest málum hjá KÍ, byrjaði á bonkinum. Tætt er millum dystirnar, men í einum toppdysti var væntandi, at KÍ byrjaði við sterkastu uppstilling.

Dystargongdin bleiv sum væntað, at Víkingur lat KÍ stýra dystinum við bóltinum, meðan Víkingar so spældu beinleiðis, tá teir fingu bóltin. Tað riggaði eisini væl og Víkingur fekk eitt frálíkt mál í fyrra hálvleiki, tá langur bóltur bleiv sendur fram til Jákup Johansen, sum hegnislga tók bóltin niður og skoraði. KÍ hevði onkran góðan møguleika, har serliga Bob Sumareh var vandamikil, men inn fór bólturin ikki.

 

Koppaði til KÍ

Í hálvleikinum sendi KÍ bæði Árna Frederiksberg og Páll A. Klettskarð á vøllin. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki legði KÍ trýst á, men sum fráleið fekk Víkingur tamarhald á. Í 58. minutti javnaði Bob Sumareh eftir hornasparksstøðu. Tað sá út til at KÍ skuldi fara at trýsta fyri at vinna, men síðsta partin av dystinum var Víkingur eisini vandamikið og sera nær við fleiri ferðir. Men tað koppaði til KÍ, sum skoraði sigursmálið í síðsta minutti í vanligu leiktíðini. Jóannes Bjartalíð sendi gott innlegg innfyri og eftir at málverjin hálvbjargaði, so skoraði Jóannes K. Danielsen til 2-1.

Sostatt hevur KÍ framvegis fult stigatal og hevur nú fimm stig niður til nummar tvey, sum nú er HB.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík