Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Ferðslan í tunlunum norður um fjall stórar avbjóðingar!

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  07.05.2021 - 20:49 Tíðindaskriv

Stóru arbeiðini og tunga ferðslan norðan fyri fjall elva til tíðir til so ótolandi og ótryggar umstøður í ferðsluni, at bæði borgarar og vitjandi eru komin í trongstøður í tunlunum sum als ikki eru bygdir til slíka ferðslu. Sum borgarstjórar í Klaksvíkar-, Hvannasunds- og Viðareiðis kommunum vilja vit við hesum rópa varskó. Her má landsstýrismaðurin og Landsverk handla beinanvegin!

Í hesum døgum verða risastórar íløgur gjørdar norðan fyri fjall í Norðoyggjum. Hetta fegnast vit sum borgarstjórar stórliga um, tí hesar skapa arbeiðspláss og geva inntøkumøguleikar til øki okkara.

Á Norðtoftum ger Bakkafrost eina stóra og spennandi íløgu í eina stóra smoltstøð, og í inni í Dølum á Viðareiði verða somuleiðis stór arbeiði gjørd, sum menna øki okkara vinnuliga. Hetta fegnast vit sjálvsagt um og samstarva fegin við hesar fyritøkur, og vit bjóða øllum vælkomnum, sum vilja leggja sítt virksemi her í økinum.

Vit fegnast eisini um, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri hava sett neyðuga peningin av og hava sett arbeiðið í gongd at gera nýggjar tunlar norður um fjall, sum í sær sjálvum eisini skapir sera stórt virksemi. Nýggju tunlarnir fara heilt vist at menna og styrkja Norðoyggjar og skapa øktan framburð og trivnað.

Samstundis er greitt, at allar hesar neyðugu íløgur skapa eitt virksemi, sum í løtuni er ovurhonds stórt í og kring verandi gomlu tunlar norður um fjall. Hetta skapir ein ítøkiligan vanda og trupulleika. Eitt nú er osin av ferðsluni til tíðir so tjúkkur, at sýnið er sera vánaligt í tunlunum, samstundis sum avbjóðingin av mótgangandi ferðslu og smáum víkiplássum økist.

Her skulu vit samstundis nevna, at fyritøkurnar, sum virka í økinum eisini royna at gera sítt til at bøta um viðurskiftini, eitt nú við at avgreiða tungan flutning um næturnar. Hetta skulu tær hava rós og tøkk fyri. Kortini er ferðsluliga avbjóðingin framvegis stór til tíðir.

Umframt alt hetta stendur eitt summar fyri framman, har tað kann væntast, at talið av ferðafólkum í tunlunum fer at økjast munandi komandi mánaðirnar. Tá verður støðan enn torførari og ótryggari!

Hetta er orsøkin til, at vit sum borgarstjórar í Klaksvíkar-, Hvannasunds- og Viðareiðis kommunum við hesum rópa varskó.

Vit vilja við hesum heita staðiliga á landsstýrismannin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, og á Landsverk um at handla beinanvegin við at seta hóskandi ferðslutiltøk í verk í báðum tunlunum norður um fjall! Uppgávan er ikki løtt, men hon er neyðug, tí sum myndugleikar hava vit skyldu at tryggja tryggleika borgaranna.

Vit síggja fram til at frætta frá landsstýrismanninum og Landsverki um hesi viðurskifti og eru eisini fús at koma til fundar at luttaka í at finna best møguligar loysnir.

 

5. mai 2021

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu

Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur