Lýsing
Lýsing
Lýsing
Klokkan eitt korter til 8 - týsdagin 12. mai 2020. Útsýnið omaneftir. | Mynd: Undirritaði

Mai í fjør

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.05.2021 - 09:51 Tíðindi Veðrið

Tað er ikki altíð, at veðrið er gott í mai. Als ikki.

Vit skulu bert eitt ár aftur fyri at finna seinasta mai-mánað við køldum veðri.

Veðrið í byrjanini av mai í fjør var skiftandi. Ættirnar skiftu nógv hvønn dag, og við høvdu eitt bland av góðveðri og keðiligum veðri.

Eina viku inn í mai-mánað mentist eitt hátrýst yvir Grønlandi, og veðrið bleiv nakað tað sama sum í mai í ár. Vikuskiftið 8. - 9. mai kavaði ymsastaðni kring landið.

Dagarnir eftir tað komu fleiri brúgvaløg framvið við kavaavfalli. Í støðum kom heilt fitt av kava niður.

Hátrýstið sum sendi luft hendaveg, fór at flyta seg suðureftir, so tá ið vit komu til 20. mai, kom vend í. Veturin takkaði fyri seg. Tað gjørdist lýtt og gott veður.

Miðalhitin fyri mai í fjør var 7,1 stig. Higartil í ár er miðalhitin fyri mai 3,3 stig. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…