Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eru Sára og Jens ør at keypa hús fyri 3 mió. kr.?

SKRIVAÐ: Dennis Holm  |  21.05.2021 - 05:54 Lesarabrøv Politikkur

Tað er ikki altíð, at vit gera okkum so nógvan ómak við “at rokna tað út” – ofta er tað tiltrúgvin til egna mátt og megi sum er drívmegin, sum drívur okkum at náa okkara dreymum um sjálvbjargni og sjálvræði.

Kjak hevur seinastu vikurnar verið um ríkisveitingina frá Danmark til Føroyar, eftir at Torbjørn Jacobsen, sum hevði sætið á Løgtingi herfyri, spurdi til ríkisveitingina og støddina á ríkisveitingini í 2001 og í dag í mun til føroysku fíggjarlógina, inntøkur- og útreiðslur landsins, BTÚ os.fr. Spurningur og svar kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9638.

 

Hesin spurningur fekk so eisini skilamannin Magnus Rasmussen á vøllin við viðmerking um “Ríkisveitingin – tummil upp ella niður” – har sambands-formaðurin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum sóknast eftir útrokningum frá m.a. Tjóðveldi, um hvussu føroyska samfelagið skal verða ríkisveitingina á 642 mió. kr. – svarandi til 17% av inntøkum Landskassans – fyriuttan.

 

Kjakið og orðaljóðið er ikki ókent – og er hetta somu vendingar, sum vóru frammi í 2001, tá samtykt varð í Løgtinginum at skerja ríkisveitingina við 366 mió. kr. frá 1. Januar 2002 at rokna. Spátt varð tá um stóra afturgongd í vælferðini í Føroyum, tí Føroyar kundu ikki uttan stórar avleiðingar skerja inntøkurnar hjá Landskassanum við 10%, sum tær 366 mió. kr. tá vóru av samlaðu inntøkunum Landskassans.

 

Tann spádómur bleiv flestum kunnugt gjørdur til onkis, og Føroyar er í dag millum ríkastu lond í Heiminum – eisini eftir at inntøkurnar hjá Landskassanum í vórðu skerdar við 10% í 2002.

 

Dapri spádómurin tók ikki hædd fyri orkuni, megina, áræðinum, drívmegina, førleikum og dugnaskapi hjá føroyafólki – viðurskifti sum kanska ikki eru lætt at forklára ella máta uppá, men sum tó er avgerandi fyri gongdina í samfelagnum.

 

Vit virka øll fyri sjálvbjargni og sjálvræði

Í Føroyum eggjað vit okkara ungu til at fáa sær førleikar og velja yrkisleið soleiðis at tey kunna gerast sjálvbjargin og hava sjálvræði í vaksnamannalívi.

 

Vit eggjað okkara ungu til at byggja upp orku og megi, til at hava áræði og drívmegi til at fylgja egnum dreymum, til at skapa fíggjarligt grundarlag undir egnum húsarhaldi, soleiðis at tey í vaksnamannalívi kunnu verða sjálvbjargin og hava sjálvræði og fríheit til at taka avgerðir vegna seg og sína familju, og verða fíggjarliga sjálvbjargin og rinda hvørjum sítt í egnum húsarhaldi.

 

Tað er eisini júst hetta vit hava gjørt, tá vit sjálvi fóru frá ungdómsárum til vaksnamannalív, eins og nýggju ættarliðini gera tað í dag.

 

Unga parið Sára og Jens fluttu fyri stuttum til Havnar við tveimum børnum eftir at hava nomið sær útbúgving uttanlands. Sára er sosialráðgevi og Jens er bankalærdur – eitt par við miðal inntøkum. Tey keyptu hús fyri 3 mió. kr. og umbygdu og dagførdu húsini fyri 1 mió. kr., áðrenn tey fluttu inn.

 

Við skuld á fleiri mió. kr., sum tey ár um ár komandi 25-30 árini skulu gjalda aftur, kann hetta tykjast ørt og illa umhugsað. -Tað hevði kanska verið lættari og kanska eisini bíligari at flutt heim til foreldrini aftur. Men Sára og Jens vildu sjálvbjargni og hava ræði á egnum viðurskiftum leys av foreldrunum, sum tey tó týðugt vitja og njóta løturnar saman við.

 

Sára og Jens høvdu (og hava framvegis) tiltrúgv til egnan mátt og megi, tey hava áræði, drívmegi og førleikar til at fylgja sínum dreymum og hava stovnað familju og seta búgv – júst sum túsundtals aðrar familjur og einstaklingar í Føroyum hava gjørt og gera hvørt ár og hvønn dag.

 

Hvør sær virka so at siga øll í Føroyum fram ímóti at kunna verða sjálvbjargin og at hava sjálvræði, at hava fult ræði á egnum viðurskiftum. Tað er ikki altíð, at vit gera okkum so nógvan ómak við “at rokna tað út” – ofta er tað tiltrúgvin til egna mátt og megi sum er drívmegin, sum drívur okkum at náa okkara dreymum um sjálvbjargni og sjálvræði.

 

Vit hava hvør sær orkuna og drívmegina – og sjálvandi megna vit eisini sum land, sum føroyafólk at gera okkara land fult sjálvbjargið og at taka fult ræði á øllum viðurskiftum, sum hava við okkum og okkara land at gera.

 

Tað er eisini ein natúrlig gongd at vit Føroyar – eins og Sára og Jens – velja at gerast sjálvbjargin og hava sjálvræði á øllum viðurskiftum okkara – hvør sær hava vit orkuna, drívmegina og tiltrúgv til egnan mátt og megi, sjálvandi kunnu vit tað eisini í felag.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…