Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman skapa vit kommununa

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  09.06.2021 - 09:57 Tíðindi

Ein nýggjur býarskipanarbólkur skal tryggja, at borgarar í størri mun kenna seg hoyrdar og verða tiknir við, tá ið loysnir skulu finnast á Umhvørvis- og býarskipanarøkinum. Soleiðis sigur Gunvá við Keldu, sum fegnast um nýggja býarskipanarbólkin, sum nú er farin til verka.

Gunvá við Keldu, forkvinna í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, minnist aftur á stóru og gevandi borgarafundirnar, ið vóru hildnir í ávikavist KÍ-høllini í 2006, sum var í sambandi við endurskoðan av býarplaninum, og í Badmintonhøllini í 2010, sum burturav var um miðbýarætlanina.

- Vit upplivdu tá, at tað vóru sera nógv góð hugskot, hvussu vit eiga at menna kommununa, og tað varð eyðsýnt, at tað ikki bara eru politikarar og umsiting, sum hava meiningar um, hvussu kommunan eigur at verða skipað.

Býarskipanarbólkurin fer m.a. at savna seg um útvald íbúðarøkir, har tey fara at arbeiða við eini loysn í fimm stigum, ið sameinir ætlanir um undirstøðukervi og fríðkan, soleiðis at býurin verður meira nýtsluvinarligur. Endamálið er at skapa ein bý og eina kommunu, sum øll kunnu ferðast í og gerast glað fyri. 

Gunvá við Keldu sigur, at tað er kent, at klaksvíkingar eru góðir við heimstaðin.

- Vit uppliva til tíðir sterkar meiningar um tær loysnir, sum verða tiknar. Henda eldhugað og hesa ognarkenslu síggja vit ofta á sosialu miðlunum og í miðlunum annars. Hetta er avgjørt ein orka, ið vit sum Umhvørvis- og býarskipanarnevnd og býráð ynskja at gera nýtslu av soleiðis, at vit saman skapa og menna kommununa, sigur Gunvá við Keldu.

Eitt av átøkunum verður at skipa borgarafundir og/ella borgaratorg við møguligum loysnum til útvald øki, so at borgararnir verða tiknir við beinanvegin, og at hesar loysnir kunnu spretta úr ynskjum borgaranna.

Nýggi býarskipanarbólkurin hjá Klaksvíkar kommunu er mannaður við Óla Jákup Bech, Hera Hammer, Gunnleyg K. Dánjalsson, Sverra Michaelsen og Sonju Thomsen.  

Til seinast sigur forkvinnan í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini, at bert í felag kunnu vit framtíðartryggja útbyggingina og menningina í kommununi soleiðis, at Klaksvíkar kommuna, eisini fyri komandi ættarlið, verður ein staður vit við virðing kunnu kalla okkara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni
Salamiferðin hjá Trump - nú Europa er bl…
Portørar­nir frá KS vitja 4. flokk
Fiasko úr enda í annan
Fiasko úr enda í annan
Viðareiðis­tunnilin letur upp aftur í dag…
Ljós í myrkri
Jóla luksus loppir í Badminton­høllini
Starvs­venjing á Veðurstovuni
Nývaldu kirkju­ráð­ini virkin
Christopher á Tórsfest 2026
Vikuskráin frá Norðoya Kunningar­stovu
Latið pensjónistar­nar hava frið         …
Undirhúsið fekk klokku