Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundur hevur verið hjá JFK Samtakinum

SKRIVAÐ: JFK  |  26.06.2021 - 13:25 Tíðindaskriv Vinna

Samlaði umsetningurin var 805 mió. kr. Samtakið hevði omanfyri 500 starvsfólk, og rindaði í 2020 uml. 300 mió. kr. í lønum og hýrum.

JFK hevði eitt úrslit á 20 mió. kr. eftir skatt, meðan Kósin hevði eitt úrslit á 2,5 mió. kr.  eftir skatt.

Lítli parturin av makrelkvotuni hjá P/F Næraberg sæst aftur í úrslitinum, sum var eitt hall upp á 6,7 mió. kr. eftir skatt, harav úrslitið hjá dótturfelagnum P/F Meðalsbrekka, ið hevur partrolarar var eitt hall upp á 3,8 mió. kr. Úrslitið er eisini ávirkað av, at P/F Næraberg hevði tap av at selja Slættaberg. Felagið hevur goldið tilfeingis- og uppboðssølugjald á uml. 50 mió. kr. í landskassan.

Samlaða úrslitið í samtakinum er harumframt ávirka av corona har serliga fiskaprísirnir fullu, men vit vænta frægari úrslit í ár fyri samlaða samtakið.

Bygging av nýggja Gadus gongst sum ætlað, og væntandi stevnur skipið inn á Klaksvík til jólar 2022.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini