Lýsing
Lýsing
Lýsing

Teenstreet – eitt spennandi kristiligt tiltak fyri tannáringar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.07.2021 - 11:01 Tíðindaskriv

Aftur í ár verður skipað fyri Teenstreet legu í Føroyum. Flestu føroyingar munnu hava hoyrt um TeenStreet – tvørkirkjuligu altjóða ungdómsleguna, sum er hvørt summar. Tað er trúboðarafelagsskapurin OM, sum skipar fyri TeenStreet, og í ár verður legan hildin fyri 27. ferð. Seinastu árini hava uml. 4000 luttakarar verið á leguni, sum er í eina viku og annaðhvørt ár er í Norðurtýsklandi og annaðhvørt í Suðurtýsklandi. Leguluttakararnir eru úr fleiri enn 30 ymiskum londum – flest úr Europa.

 

Korona

Støðan við korona hevur broytt umstøðurnar hjá Teenstreet. Men fyrireikararnir hava eisini sæð møguleikar í støðuni. Hetta hevur ført við sær, at ístaðin fyri einari stórari Teenstreet legu í Týsklandi, eru nú umleið 50 legur runt um í heiminum. Soleiðis er eisini í summar.

 

Legan meinlík leguni í Týsklandi, men á Argjahamri

Føroyska legan verður í skúlanum á Argjahamri í døgunum 4. – 8. august, og nógv verður lagt fyri so legan kann líkjast vanligu leguni í Týsklandi, sum mest. Talan verður um eina legu, ið meira líkist einum festivali, við alskyns møguleikum fyri leguluttakarunum.

 

Skráin

Skráin verður fjølbroytt. Á skránni vera til dømis konsertir, lovsangur, spæl, framsýningar, renning, undirvísing, andaktir, kappingar. Stórur dentur verður lagdur á kristnu læruna, og Bíblian spælir tí eina sentrala rollu í øllum tiltakinum. Í ár verður evnið bygt upp rundanum Móses, ið leiddi fólk sítt úr Egyptalandi. Gud sendi Móses á eina ferð, sum hann hevði fyrireikað honum. Gud hevur eisini eina ferð til hvønn okkara. 

 

Tilmelding

Enn ber til at melda seg til Teenstreet á teenstreet.fo. Tilmeldingarfreistin er nú leygardagin 10.juli.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará
Beinir toppskorari í Klaksvík
Eru byrjaði at telja
Vallutøkan er 2,5 % hægri í Klaksvík
- Sovorna intruduktión havi eg ikki fing…
- Eg rokni við at tað verður eitt skifti
Blaðstjó­rin tippar valið í Komið øll við
55 fleiri brævatkvøður í Klaksvík
Framvegis meira enn 200 fleiri á vali í…
Tiltøk í vikuni
Framvegis fleiri veljarar enn 2022
Framvegis nógv fólk á vali
Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu
Blaðstjó­rin tippar valið
Nógv hava valt í Klaksvík í morgun
Blaðstjó­rin vitjar valkafé'ir í býnum
Mikladalur valdi mest lokalt í Norðoyggj…
- Og so gloymi eg at eta