Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vilja vita um framleiðslu av stórum smolti

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.07.2021 - 12:57 Tíðindaskriv

Gransking: Fiskaaling luttekur í verkætlan, har endamálið er kortleggja vitan um framleiðslu av stórum smolti, og at koma við tilmælum um besta framferðarhátt (best practice). Talan er um eina 1 ára verkætlan saman við CtrlAQUA, sum norska Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering fíggjar.

Verkætlanin umfatar eitt sonevnt litteraturstudie um evnið, og eitt samstarv við alifeløg í Norra, Kanada, Kili, Skotlandi og í Føroyum, sum eisini lata vitan til endamálið. Hetta merkir, at ítøkiligar royndir frá vinnuni verða brúktar saman við granskaravitanini.

Ein týdningarmikil táttur í verkætlanini er at eyðmerkja, hvør vitan manglar innan økið. Vitanin skal savnast og skipast, og síðani viðgjørd og greinað. Tilfarið verður gjørt alment tøkt, bæði til vinnuna og til undirvísingartilfar.

Framleiðslan av laksi er broytt nógv seinnu árini. Tað er greitt, at um laksurin er styttri tíð á sjónum, so verður hann heldur ikki eins útsettur fyri lús og sjúkum har. Í Føroyum hava vit seinastu 10 árini gjørt góðar royndir við at halda fiskin á landi, til at hann er heili 20 mánaðir gamal, tá hann fer í sjógvin. Hetta hevur tó ikki eydnast eins væl í øðrum londum. Serfrøðingar eru ikki á einum máli um, hví so er, og tí er vónin, at verkætlanin kemur at siga meira um hetta.

Úr Føroyum er tað Heidi S. Mortensen, granskari, sum umboðar Fiskaaling í verkætlanini, eins og alifeløgini Mowi og Bakkafrost luttaka. Sp/f Avrik luttekur eisini í verkætlanini, har Rúni Dam, stjóri, hevur savnað inn dátur og lyklatøl um aling í Føroyum í yvir 20 ár.

CtrlAQUA er partur av Granskingarráðnum í Norra. Arbeiðssetningurin er at menna tøkniliga og lívfrøðiliga nýhugsan, sum eru laksaalingini til frama, bæði viðvíkjandi framleiðslu og burðardygd.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
Lýsing