Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nakrir, men minni enn eitt prosent, av trúfastastu stuðlunum hjá KÍ. | Mynd: KÍ-fjepparabólkur

Klaksvík kókar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2021 - 17:58 Ítrottur Myndarøð

Í Klaksvík hevur ongin tíð at harmast um mistu drotningavitjanina, tí KÍ ætlar sær í kvøld at syrgja fyri uppaftur betri undirhaldi, tá stoltleikin hjá klaksvíkingum tørnar saman við Rigas Futbola Skola. Longu tíðliga í dag sóust fløgg, og jú meira er liðið á dagin, jú bláari sær býurin út. Eyðkendi KÍ-hatturin sæst fleiri staðni, og fleiri starvsfólkamyndir eru lagdar út frá arbeiðsplássum, har øll gleða seg til dystin.

Útgongdsstøðið er at síggja til gott, men samstundis eisini eitt tað vandamiklasta. KÍ hevur brent seg av nøkrum líknandi fyrr, har teir hava verið liðið, ið er betri fyri áðrenn seinna dystin, men tað hevur givið tað vælkenda dilemmað, har KÍ ivast í, um teir skulu verja ella leypa á. Onkuntíð hevur tað eydnast at verja tað heim, onkuntíð hevur tað eydnast at vinna báðar dystirnar, men tað er sanniliga eisini komið fyri, at alt er miseydnast, ikki so sjáldan í síðstu minuttunum av dystinum. Fyri hitt liðið er onki ivamál – teir mugu leypa á, og kunnu ikki brúka nakað annað enn ein sigur.

Veddingarfyritøkurnar undirtippa KÍ, men tað gjørdu tær eisini seinast, tá KÍ í Riga kortini vann 2-3. So tað skulu vit ikki taka so tungt. Hitt felagið er tó avgjørt onki at undirmeta, tí tað at fáa mál ímóti sjálvasta Mathias Rosenørn er als ikki hvørs mans føri. Hann hevur verið ein brandur, og verður tað uttan iva aftur í kvøld.

Vit lata nakrar summarsligar myndir frá í dag tala fyri seg, og siga KOYR Á KÍ!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mimmy: - Lítla Brekka var eitt paradís
Hetta er politisk vandalisma!
Brúdleyp - Kristina og Osvald
Hjálparvenja­rin hjá KÍ heldur fram
Jólakafé á Skúlatrøð
Jóla­konsert við Silvitni í Mikladals kir…
Jólatræ í Emmaus
Gadus siglir heim
Móttøka og jólahald hjá KBI í dag
Skálafjarðar læknadømi
Umval hava verið áður – eisini í Oyndarf…
Okkara mál er at fáa ein fiski­vinnu­sáttm…
Týðandi framstig ímóti óljóði frá skipum
Jón Krismar Andreasen 70 ár
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Ungur lokalur málverji gjørt sáttmála vi…
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksví…
Erkabiskupur jarðast í Rituvík
Fullsett Jobmatch í nýggjum karmum