Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívssøgur úr føroysku náttúruni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2021 - 08:51 Mentan Tíðindi

Ellindur Egilstrøð er føddur á Eiði og er ein av fleiri í familjuni, ið málar og heldur lív í einum meira enn 100 ára gomlum siðaarvi í familjuni. Hesin siðaarvur byrjaði á kvistinum hjá ommu hansara, Caroline Amalie Kruse, og abbanum, Oliver Øster, tá Elizabeth Taylor (1856-1932), ið var ein amerikonsk kvinna, búsettist á kvistinum og bleiv verandi til Fyrri Veraldarbardagi var av. Hon málaði og skrivaði blaðgreinar til amerikonsk bløð v.m., og hon legði Niels Kruse, sum var ommubeiggi Ellind, lag á at mála. Seinni legði Niels pápa Ellind, Óla Egilstrøð, lag á. Óli byrjaði at mála sum blaðungur drongur og kveikti síðani áhugan hjá soninum. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og eitt nú veri við á Ólavsøkuframsýningini. Í 2013 flutti Ellindur til Danmarkar at taka eina Bachelor útbúgving innan Psykomotorik. Útbúgvingin snýr seg í stuttum um, hvussu likam, sál, fysiska- og sociala umhvørvið sum heild hongur saman og ávirkar hvørt annað.  Ellindur hevur eisini fingið undirvísing á Aarhus Kunstakademi og frá fleiri kendum donskum og útlendskum málarum. Ellindur hevur havt fleiri framsýningar í Danmark og sýnir fast fram á fleiri kendum donskum gallaríum.

Í juli fer Ellindur aftur at hava framsýningar í Føroyum.

Í Ribarhúsi í Fuglafirði við fernisering hósdagin 22. juli kl. 15:00, og framsýningin hongur uppi til 30. juli. Opið verður mánadag til fríggjadag kl. 15:00-17:30 og leygardag frá kl. 11:00-14:00.

 

Skrá;

Hósdagin 22. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meihard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

Týsdagin 27. juli kl 15:30 Lyon Hansen.

Í Williamsstovu í Tórshavn við fernisering fríggjadagin 23. juli kl. 15:00. Opið verður eisini leygardagin 24. juli frá kl. 11:00-16:00 og sunnudagin 25. juli frá kl. 14:00-16:00.

 

Skrá;

Fríggjadagin 23. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meihard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

 

Íblástur og ávirkan

Ellindur skrivaði 2. árs uppgávu í HF um William Heinesen, ið Williamsstova er uppkallað eftir, og hitti William í hesum sambandi, júst aftaná at William fylti áttati í 1980. Nú er Bob Dylan júst farin um tey áttati, og tað er ongin loyna, at júst teir báðir hava givið

íblástur og hava ávirkan á málningarnar. Kate Smith, ið hevur skrivað um fleiri av málningunum og framsýningunum hjá Ellindi, skrivar, ”at verkini hjá Ellinda altíð flirta við mótsetningum, tað mjúka og tað harða, ljósið og myrkrið, droymandi summar og eirindarleysur kuldi. Tað nattúrliga, inbjóðandi dramatiska í málningunum kann lætt forklarast, tá vit fáa at vita, at Ellindur og William Heinesen hittust fyri nógvum árum síðani og í einari minniríkari og andríkari samrøðu deildu sínamillum tað tungu pondus filosofiina, ið fyllur verkini hjá teimum báðum.”

Bob Dylan er við á einhvønn hátt. Møguliga ímillum tey mongu løgini av máling, ella møguliga er heitið á málninginum úr einum Bob Dylan sangi. Tað verða ymiskar framførðslur, og tó verða eisini løtur, har hyggjarin fær møguleika at sita í einsemi og vera eitt við málningarnar og umhvørvið.

 

Lívssøga frá náttúruupplivingum úr Føroyum

Ellindur málar áhaldandi eina lívssøgu úr føroysku náttúruni. Júst hvat hendan lívssøga inniber, letur Ellindur hyggjarin um, og hann vónar, at fólk geva sær stundir at liva seg inn í málningarnar og at enda lata málningarnar geva íblástur til, at hyggjarin sjálvur kann siga sína egnu lívssøgu.

 

Corona

Sjálvsagt fylgja vit øllum tilmælum frá mynduleikunum, og hvør einstakur nýtir vit og skil til framsýningarnar.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…