Lýsing
Lýsing
Lýsing
Barsebäck-verkið í Svøríki hevði sínar trupulleikar í farnu øld, men nýggju trygdarkrøvini og tøknin gera kjarnorku munandi tryggari í dag

Vit mugu umhugsa kjarnorku

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.08.2021 - 08:43 Leiðarin Politikkur Veðrið

Herfyri slepti Umhvørvisstovan eini bumbu. Orkan, vit hava hildið verið grøna, var svørt. Hitapumpurnar og elbilar verða ikki forsýnað við varandi orkukeldum; streymurin til elbilar kemur fyrst og fremst frá tungolju. Føroyar sum land eru tí sera langt burturi frá at røkka málsetninginum um grøna orku í 2030. At síggja til er tað ómøguligt at uppnáa – um vit ikki hugsa alternativt.

Tjernobyl og Fukushima hava gjørt óbótaligan skaða fyri umdømið hjá kjarnorku, men umdømið er helst verri enn hvat er rættvíst. Tættari at okkum og Danmark hava vit eisini sæð smærri óhapp enn áður nevndu við Barsebäck í Svøríki og Sellafield í Bretlandi, men her var loysnin ikki at lukka alt niður. Sviar og bretar gjørdu feilirnar góðar aftur, og nú eru fleiri áratíggju liðin uttan nakað nýtt óhapp. Í dag eru Svøríki og Týskland sera frammarlaga, tá tað kemur til kjarnorku – og av tí sama eisini rættiliga grøn. Tøknin og trygdin er nógv betri nú, enn hon var í 20. øld. Vit mugu hyggja sakliga at kjarnorku.

Kjarnorka er helst grønasta orkan, ið er til. Har er als onki útlát – orkan verður til við fissión, har uran-atom verða kloyvd fyri at framleiða orku. Hitin úr atominum gevur damp, sum fær eina turbinu at mala, og tann turbinan framleiðir so streym (el) uttan útlát. Tøl frá USA siga, at bara í 2019 slapp man undan at lata 476 milliónir tons av CO2 út við at brúka kjarnorku í staðin. Hetta svarar til útlátið frá 100 milliónum bilum. Onki av vanligu hjáárinunum, sosum syruregn ella onnur dálking kemur frá kjarnorku.

Somuleiðis fyllir kjarnorka ikki nógv í landslagnum. Lutfallið millum vindmyllulundir og kjarnorkuverksmiður, ið báðar skulu framleiða 1 megawatt, er 1:360. Verður samanborið við sólpanel, er munurin enn størri: Ein kjarnorkureaktorur framleiðir eins nógva orku sum 3 milliónir sólpanel. Halda vit áfram við samanberingunum, megnar ein kjarnorkureaktorur tað sama ella meira enn 430 vindturbinur.

Í mun til kostnað vilja íløgurnar til eitt kjarnorkuverk í Føroyum kosta munandi minni enn, hvat íløgurnar í vindmyllulundir koma at kosta, um vit skulu hava líka nógva orku frá vindmyllunum.

Í juni kunngjørdu multimilliarderarnir Warren Buffet og Bill Gates, at teir ætlaðu at gera sítt til at minka um jarðarinnar útlát. Berkshire Hathaway hjá Warren Buffet og TerraPower hjá Bill Gates eru gingin saman um eina royndarverkætlan í Wyoming í USA. Talan er um eitt kjarnorkuverk, sum brúkar thorium, og sum verður bygt í hesum døgum. Tað tekur tó nøkur ár, áðrenn tað er klárt.

Her áttu Føroyar at handlað nú. Hví ikki bjóðað antin Bill Gates ella Warren Buffet til Føroya at hyggja at umstøðunum og møguliga lata teirra fyritøkur geva síni boð uppá fyrimunir og vansar við at lata upp eitt lítið kjarnorkuverk í Føroyum? Uttan iva høvdu teir verið áhugaðir í at kunna víst umheiminum, at teirra verk megnar at veita orkuna til eitt heilt smásamfelag.

Um vit veruliga meina nakað við at vera grøn, hvat antin tað er í 2030 ella nakrantíð, so mugu vit eisini umhugsa kjarnorku. Alt gott um vind- og vatnorku, men tær ætlanirnar eru ov lítið ambitiøsar, og neyðugt fer altíð at vera við olju umframt tær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund