Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ vísir gott tol

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  28.08.2021 - 14:28 Ítrottur Lesarabrøv Myndarøð

Haldi ikki at kí spældi “illa” sum ítróttarskrivarin á Norðlýsinum vil verða við

Gamaní so vann Kì ikki við fýra ella sjey málum sum vit viðhaldsfólk nú eru vorðin von við. Men neyvan var stórsigur nakað sum venjaratoymið hjá KÍ hevði roknað við. NSÍ spælir við einari sokallaðari fimm-mans verju sum er sera trupul at bróta ígjøgnum, og runavíkingar dugdu framúrvæl at trýsta bólthaldaran hjá Kí tá blá/hvítu komu í álopsstøður, og forseraðu KÍ at gera nógvar feilavleveringar framman fyri NSÍ brotsteigin.

Men hinvegin so runnu runavíkingar stórar partar av dystinum eftir bóltinum, tí klaksvíkingar løgdu stóran dent á at halda-uppá-bóltin og hetta eydnaðist sera væl. Haldi at miðverjan hjá KÍ og málverjin megnaðu framúr væl at spæla bóltin sínamillum heilt aftur á sjálva baklinjuna.

Málini KÍ fekk vóru sannar perlur og var KÍ hepnari í avgerandi løtunum kundi talan eisini verið ein stórsigur.
Runavíkar hinvegin kenna seg óiva sviknar tá teir brendu straffi og einar tveir 100% málmøguleikar.

Vit mugu minnast til at Kí hevur havt eina hendingaríka landskapping og mongu stórsigrarnir eru møguliga farnir at ávirka soleiðis at onkrar løtur bilaði konsentratiónin og nærlagnið – KÍ liggur 13 stig frammanfyri Víkingi á øðrum plássinum og 22 stig frammanfyri kappingarneytini úr høvuðstaðnum – so tað er kanska væntandi.

 

Fagnaðu KÍ hetju

Sumareh Bubacarr var skiftur út móti endanum av dystinum. Hesin framúr góði fótbóltsleikarin sum kom til Klaksvíkar úr felagnum Egersund í 3. bestu norsku deildini er úr Gambia og hevur fótbóltslag og evni sum fáur. Tá hann móti endanum av dystinum fór av vøllinum valdi hann stytstu leið og fór út við norðari síðulinju. Síðani var hann fagnaður av áskoðarunum líka frá gomlu dansistovuni, framvið Atlantis Bio, framvið Bøgøtu, Týsklandi og niðan á hornið og frá rókini undir KÍ høllini. Jú sanniliga hevur 29 áragamli leikarin vunnið respekt frá øllum Klaksvíkingum – og óivað hevur hann meira at læra okkum enn.

Jú – Kí vísti tolsemi ímóti ótroyttiligu gulu hvespunum úr Runavík og meðan vit stevna móti FM steypinum mugu vit tola at hoyra eykan og grát sunnan av landi nú høvuðsstaðurin í allari sínarai pomp og pragt er við at bresta av ómegd um hvat gerast kann fyri at steðga KÍ.

Koyr á KÍ

MYNDIR NORDLYSID.FO

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…