Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Nógv ivamál í KÍ-hópinum til 2022

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.09.2021 - 19:02 Ítrottur Tíðindi

Vit hyggja fyri fyrstu ferð eftir, hvussu hópurin hjá væntandi komandi føroyameistarunum fer at síggja út í 2022.

KÍ hevur 7 dystir eftir at spæla í landskappingini og skal bara hava 10 av teimum 21 stigunum fyri at vinna 19. meistaraheitið í søgu felagsins. Alt bendur tí á, at KÍ vinnur FM í 2021. Men hvussu sær støðan í hópinum út til 2022? Tað fara vit at hyggja eftir í hesi greinini.

 

 

Eingin málverji hevur sáttmála

Í ár hevur KÍ havt málverjarnar Kristian Joensen og Mattias Rosenørn sum í hópinum. Kristian byrjaði kappingarárið, men misti plássið eftir tapið móti NSÍ í kappingini um løgmanssteypið. Síðani hevur Mattias spælt og danin hevur verið stórspælandi við undantaki av báðum dystunum í Evropa Conference League.

Kristian Joensen gjørdi móti endanum av 2019 sín síðsta sáttmála. Kristian hevur verið í KÍ síðani kappingarbyrjan í 2016 og hevur sum heild roynst væl, har hann toppaði í 2016 og serliga í 2019. At Kristian ikki enn hevur longt sáttmálan við KÍ kann merkja, at hann umhugsar støðuna, tí í KÍ er man helst væl nøgdur við at hava Kristian sum ein av málverjunum í hópinum. Sum skilst er møguleiki fyri, at Mattias heldur fram í KÍ, men enn er tað ikki avgjørt.

 

Bakkarnir mangla

Í verjupartinum er KÍ mannað í miðverjuni. Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Børge Petersen hava sáttmála, og tað sama hevur Deni Pavlovic, sum fyrstu árini spældi regluliga í verjuni. Hinvegin manglar KÍ bakkarnar. Jóannes K. Danielsen var ivasamur til hetta kappingarárið, tí hann var á veg til Danmarkar at spæla fótbólt og fara undir lestur. Jóannes helt fram í KÍ, men nú er aftur ivasamt, um hann tekur eitt ár afturat. Tað ljóðar, at okkurt danskt felag hevur áhuga í KÍ-bakkinum, og tað kann gera, at hann fer av landinum. Svenski Daniel Bjørkman hevur ikki spælt síðani heilaskjálvtan, sum hann fekk móti EB/Streymi. Tað er ikki sannlíkt, at hann heldur fram í KÍ. Royndi Jesper Brinck hevur verið góður hjá KÍ at hava til ymisku plássini í verjuni. Jesper fyllir 33 ár í mars og hann hevur bæði í 2020 og 2021 gjørt sáttmála seint í árinum frammanundan. Tað er trupult at meta um, hvussu sannlíkt tað er, at Jesper heldur fram í KÍ. Afturat hesum eru tað lokalu leikararnir Dávid Langgaard og Óli Ey. Poulsen, sum báðir hava verið nógv darvaðir av skaðum. Teir halda helst fram í KÍ, um teir ynskja tað og eru frískir til at spæla.

 

 

Útlendingar á miðvøllinum halda ikki fram

Á miðvølli og kanti stendur KÍ til at fara at hava nakað av útskifting. Boris Dosljak hevur verið KÍ góður síðani hann kom í 2018, men mest sum ein leikari fyri breiddina, sum ofta hevur gjørt mun, tá hann hevur spælt. Men nú er ivasamt, um 32 ára gamli Boris heldur fram í KÍ. Hann sigst trívast væl í Føroyum, so tað er kanska sannlíkt, at hann verður at síggja í einum øðrum føroyskum felagi. Afturat hesum eru tað Ivar S. Rønning og Jasper Van Der Heyden, sum komu til KÍ undan hesum kappingarárinum. Ivar hevur gott CV úr Noreg, men hevur ikki sligið til í KÍ, har hann eisini hevur verið nógv skaddur, serliga fyrstu tíðina. Jasper var framúr í venjingardystunum og spældi eisini væl fyrstu umførini móti botn 5 liðum, men hevur fingið minni og minni spælitíð og sjáldan fingið møguleikan móti topp 5 liðum. Jasper heldur neyvan fram í KÍ, tá hann hevur spælt so lítið.

 

 

Bob Sumareh heldur neyvan fram

Í álopspartinum hava føroysku leikararnir sáttmála. Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð og Árni Frederisberg spæla allir við KÍ í 2022. Men kanska størsti útlendski profilurin í føroysku kappingini, 30 ára gamli Bob Sumareh, heldur neyvan fram í KÍ. Fleiri útlendsk feløg hava víst áhuga fyri Bob og summi hava havt áhuga at fingið hann longu í summar. Tað váttaði Bob fyri Norðlýsinum í hesi vikuni. Tað tykist mest sannlíkt, at Bob ikki heldur fram í KÍ í 2022.

 

 

10 sáttmálar

KÍ hevur 10 sáttmálar til 2022. Teir eru hesir:

Odmar Færø

Heini Vatnsdal

Børge Petersen

Claes Kronberg

Deni Pavlovic

Jákup B. Andreasen

Jóannes Bjartalíð

Árni Frederiksberg

Jonn Johannessen

Páll A. Klettskarð

 

Ongan sáttmála

Hesir hava ikki sáttmála fyri 2022:

Mathias Rosenørn

Jesper Brinck

Daniel Bjørkman

Jasper Van Der Heyden

Boris Dosljak

Ivar Rønning

Bob Sumareh

Kristian Joensen

Jóannes K. Danielsen

Dávid Langgaard

Óli Ey. Poulsen

 

Norðlýsið væntar, at Daniel Bjørkman, Jasper Van Der Heyden, Boris Dosljak, Ivar S. Rønning og Bob Sumareh ikki halda fram í KÍ. Ivasamt er um hinar, men sannlíkt er, at onkrir av teimum halda fram og at nakrir ikki halda fram.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB