Lýsing
Lýsing
Lýsing
Luitjen Akselsson Apol, høgrumegin, og Elias Petersen, vinstrumegin, telvaðu remis seinnapartin í NM-kappingini á Hotel Føroyum.

Luitjen og Elias góða byrjan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.09.2021 - 23:55 Ítrottur Tíðindaskriv

Tað er í bólki C millum teir 15-16 ára gomlu, at føroysku telvararnir hava fingið bestu byrjanina í kappingini um norðurlandameistaraheitið í ungdómstelving, sum er í Føroyum hetta vikuskiftið.

Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen hava báðir hálvtannað stig eftir fyrstu tvey umførini í dag. Báðir vunnu í fyrsta umfari, og í øðrum umfari telvaðu teir remis sínamillum.


Í triðja umfari leygarmorgunin møtast telvararnir, sum hava hægstu styrkitølini í bólkinum. Tá telvar Adrian Søderstrøm úr Svøríki móti Luitjen A. Apol. Sviin, sum hevur vunnið bæði fyrstu talvini, hevur styrkitalið 2156 og Luitjen 2121.

 


Tað bragdar


Føroysku telvararnir eru heldur ikki heilt sørir í hinum bólkunum. Í bólki A, har teir elstu kappast - teir 19-20 ára gomlu - eydnaðist báðum føroysku telvarunum at fáa stig í dag.


Í fyrsta umfari telvaði Rógvi Mørkre óvæntað javnt móti sterka norðmanninum Gunnar Lund, sum hevur styrkitalið 2315. Janus Skaale vann í øðrum umfari á Eetu Torvinen úr Finnlandi. Teir hava ávikavist eitt og hálvt stig eftir fyrsta kappingardagin. Á odda í bólki A eru Milton Pantzar úr Svøríki og Hilmir Freyr Heimisson úr Íslandi, sum báðir hava vunnið fyrstu tvey talvini.


Í bólki B fyri teir næstelstu vann Jón í Horni Nielsen annað talvið í dag móti Benedikt Thorisson úr Íslandi. Markus Jacobsen hevur tapt bæði. Tríggir hava fult stigatal eftir dagin í dag. Sviiarnir Gustav Torngren og Victor Muntean og finnlendingurin Toni Vainikka.


Í yngstu bólkunum fingu føroysku telvararnir einki stig í dag. Í bólki D taptu Brestir Samuelsen og Petur Magnussen bæði talvini, og sama gjørdu Jamil Emil Jakobsen og Lukas Páll Wiberg í bólki E.


Í morgin er triðja og fjórða umfar á skránni. Byrjað verður klokkan 10 fyrrapartin. Til ber at fylgja við hvussu leikur fer á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com. Har er eisini meira at lesa um kappingina.

 



 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper
Jóla­heilsan frá grønlendska rækjutrolara…
Jóla­heilsan frá Svend C
LARS LØKKE OG METTE FREDERIKSEN