Lýsing
Lýsing
Lýsing
Helst best kenda myndin frá feigdardegnum 11. september 2001. | Mynd: Getty Images.

Álopið, ið broytti allan heimin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.09.2021 - 12:01 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag, 11. september, minnist allur heimurin yvirgangsatsóknina á World Trade Center í New York í USA. Flestøll minnast, hvør vikudagur tað var, og júst hvar tey vóru stødd, tá tey frættu tað. Í Føroyum var tað seinnapartur týsdag, og tosað varð ikki um annað tann dagin. Heimurin er framvegis ikki vorðin tann, hann var, síðani.

Tá vit fara á flog og bíleggja mat umborð á flogfarinum, fáa vit nú ein knív úr plasti. Fram til 2001 var hann úr metalli og varð vaskaður so hvørt. Sjálvt tílík gerandisviðurskifti broytti Nine-Eleven, sum amerikanarar rópa 11. september, og tey eru ikki broytt aftur síðani hesi 20 árini, sum eru liðin júst í dag.

Hevur tú verið í USA eftir tað, og serliga um tú hevur verið í New York, so hevur tú uttan iva staðið í eini langari bíðirøð, ið kann vara í fleiri tímar. Tí hvør einstakur skal nú ígjøgnum eina drúgva kanning við komu, skal geva Homeland Security síni fingramerki, eyguni skulu skannast, og alt hetta eftir at tú fyrst hevur útfylt eitt ESTA-skjal heimanífrá og eitt spurnarblað umborð á flogfarinum.

Tað var heldur ikki við mýkindum, at USA reageraði. Eftir at Osama bin Laden og hansara felagsskapur, Al Qaeda, tók ábyrgdina fyri álopini bæði, leyp USA á Afghanistan longu sama ár. Tvey ár seinni varð lopið á Irak, sum segðist hava hópoyðingarvápn, ið kundu nýtast til at gera eitt størri álop á USA. Eftir hetta var ófriður í bæði Irak og Afghanistan líka fram til 2011, hóast tað eydnaðist at fanga, rættarsøkja og avrætta Saddam Hussein í 2006.

Í 2011 eydnaðist loksins at finna Osama bin Laden, og hann varð skotin í eini hernaðaratsókn í Abottabad í Pakistan og “jarðaður” til havs, so hansara gravstaður ikki skuldi gerast eitt stað, stuðlar valfartaðu til.

Eina løtu tá í 2011 sá út til, at nú fór at verða friður. Men so kom Islamiskur Statur upp í leikin, og nýtt kríggj brast á í Irak 2013-2017. Islamskur Statur er framvegis ikki heilt niðurbardur, og sum øllum kunnugt hava teir tolnu limirnir í Taliban aftur tikið valdið í Afghanistan. Framvegis er ófriður.

Upp á minni enn ein tíma eydnaðist tað Al Qaeda at broyta heimin fundamentalt hendan dagin í 2001. Trygdartiltøkini eru enn høg, og tann áður so frælsi vesturheimurin er vorðin minni frælsur. Harvið vann Al Qaeda ein sigur, tí tað var júst frælsið í vesturheiminum, teir vildu raka. Strong trygdartiltøk við ferðing til USA eru framvegis í gildi, og her í Føroyum eru eisini hermenn, ið hava gjørt tænastu í Afghanistan. Allur heimurin varð merktur av álopinum.

Tilsamans lótu 2.977 ósek fólk lív hendan feigdardagin. Av teimum doyðu 2.606 í og rundan um World Trade Center. Triði flúgvarin rakti Pentagon, har 125 fólk lótu lív. Umborð á teimum 4 flogførunum vóru 265 ósek, og afturat hesum 2.977 óseku lótu eisini 19 terroristar lív í atsóknunum. 

11. september 2001 verður ongantíð gloymdur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…