Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús 70 ár eftir orrustuna – og hvat so

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  21.10.2021 - 13:19 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Søgan um ”læknastríði í Klaksvík” er serstøk og áhugaverd, men er ídag ein deyður partur, tá talandi er um eina tørvandi framtíðarmenning av stovninum

Seinastu tíðina er nógv gjørt burtur úr ”læknastríðnum í Klaksvík” bæði av føroyingum og dønum við bókaútgávuum og í loftmiðlum eitt nú av: Poul Hammerich og Frede Asgaard – fyri árum síðani -  Líggjasi í Bø og Arnstein Niclasen, síðani seinast í eini sjónvarpssending av Løkke hjúnunum.  

Søgan er altíð áhugaverd og umráðandi Hon kann vera ein njótan fyri summi og fyri onnur ”fæst øði í grindina”. – Bæði hava eydnast væl og báðir partar halda seg hava rætt! Spurningurin er nú, hvat læra vit, ella hava vit yvirhøvur lært nakað av søguni? Alt hetta, sum gjørdist eitt ógrøðandi sár fyri Klaksvík vinnuliga, var ein fyribils bati fyri okkara sjúkrahús inntil onnur strategi varð tilevnað og trýst ígjøgnum politiskt, har embætisstættin í høvuðsstaðnum skoraði undir m.a. við nýggjum lógarverki.

Tí er at spyrja: ”Klaksvíkar Sjúkrahús 70 ár eftir orrustuna – og hvat so”? Eru árini fyrst í 21. øld nú nakað øðrvísi og frægari enn 1930ni- og 40árini, tá grundarlagið við ólógligum sjúkrahússtýri var lagt undir tað, sum skuldi gerast ein uppgerð í bardaganum fyrst í 1950unum. – Er tað nú ikki bara í øðrum búna? Hvat hevur eftirtíðin víst?

 

Síðani tá er lutfalsliga lítið til bata       

Ein stutt søgulig lýsing eftir orrustuna í 1950unum av ný- og útbygging av  Klaksvíkar Sjúkrahúsi:

-       1962 kom útbygningurin eystur og vestur og starvsfólkabygningurin helst bara ein beinleiðis avleiðing av ”stríðnum” sum plástur á sárið.

-       1988 fekst kroystur ein bygningur inni í garðinum, til eina skurðstovu, í samband við útskifting av mjadnum, har høg krøv vóru sett til skurðstovuna og so steril- og pakki rúm.  Tvær seingjarstovur, heittvatnshylur, og venjingarrúm og fysioterapi.

-       1984 var bygt Norðoya Røktar- og Ellisheim við onkrum smávegis tænasturúmum, kapelli, onkrum bíðirúmi við móttøku og kantinu.Hetta var sum so eingin sjúkrahúsútbygging.

-       Hesi eru avrikini seinastu 60 árini og kostnaðurin nakrar fáar 10tals mió. krónur!

-       Síðani tá eru seingjarplássini tódnað og fækkað!

 

 

Komandi greinar við ábendingum

Sum nevnt er søgan um ”læknastríðið í Klaksvík” serstøk og áhugaverd við øllum sínum vansum og fyrimunum, skapt av donskum og føroyskum politikarum og skorðað væl undir av donskum og føroyskum embætismonnum.

Hon kann møguliga í ávísum førum brúkast til okkurt, men er sum so ídag ein deyður partur, tá talan er um eina framhaldandi menning av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tí fari eg at koma  í greinum við nøkrum ábendingum frameftir, fyri aftur at tað kundi verið kveikt undir virkisfýsni hjá  núverandi løgtingsfólkum fyri Norðoyggjar, ið eru væl fyri og sum eru á víðvølli,  Klaksvíkar býráði, og kanska kundi hetta verið ein áhugaverd skúlauppgáva í samfelagsfrøði , hvat er hent: ”…70 ár eftir orrustuna – og hvat so”!

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Syngja jólini inn í Hvannasunds kirkju
Frálík jóla­konsert í Christians­kirkjuni
Fríggja­dagin tann 12. desember fingu 14…
Várljóð 6. – 11. apríl 2026
30 ár í starvi hjá Nes kommunu
Eyðgunn: Varpið fær ongan rakstrarstuðul
Varpið fær heldur onki í 2026
Heiðurs­konsert fyri Teimum av Kamarinum
Jóla­sangløta við Betesdakórinum
Treysti: Móttøka fyri Julian Gregersen
Søkja eftir stjóra til KG
Mjølnir vann á oddalið­num SÍ, og KÍF van…
Føroyingar skulu arbeiða longri
Hamradun spælir á Summar Festivalinum
Eftir dygga mótstøðu frá ÍF vann Mjølnir…
Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína fr…
Kvotan í botn – veiðigjaldið í topp
Team Klaksvík vann fyrsta stigið
Mjølnir spælir toppdyst kl. 16
Veðrið í vikuni