Lýsing
Lýsing
- Mær dámar sera væl sálmin ”Algóði Gud mín faðir er”, bæði orðini og lagið. Hann er bygdur á 23. sálm hjá Dávidi í Bíbliuni, og sigur mær so nógv um, hvussu Gud tekur sær av einum og hvørjum av okkum í tí dagliga. Tað haldi eg, at hesin sálmurin, ið javnan verður sungin, sigur so væl, sigur Óli Reinert á Geilini. | Mynd: Snorri Brend

Óli: - Tað kemur altíð ein sálmur til mín

SKRIVAÐ: Snorri Brend  |  24.10.2021 - 11:25 Mentan Tíðindi

Summarið er farið, og nú stendur veturin fyri framman. Flytifuglurin er farin, og stilt er í náttúruni, nú hvørji lát ella ljóð hoyrast haðani.

Hetta forðar kortini ikki náttúruni at tala til okkum menniskju, um bert vit vilja lurta eftir henni og síggja allan vakurleikan, sum Skaparin hevur ríkað okkum við.

Ein teirra, sum kann skriva undir uppá hetta, er 55 ára gamli Óli Reinert á Geilini, sum býr í Svínoy. Hann er urguleikari í Svínoyar kirkju, og elskar at brúka frítíðina úti í Guds fríðu náttúru.

- Ja, eg elski at ganga túrar runt her í oynni. Í morgun var eg aftur ein túr á Eysturhøvda. Tú, og tað løgna er, at tað umgongst ikki, at ikki ein sálmur ella báðir tveir koma til mín soleiðis, meðan eg gangi, greiðir hann frá.

Henda eina morgunin í august mánaði (stutt áðrenn at henda samrøðan var gjørd) var tað serliga sálmurin, sum Carl G. Boberg yrkti í 1885, og sum Petur Jacob Sigvardsen hevur umsett til føroyskt, sum kom til hann – O, veldis Gud eg undrandi má skoða.

- Hesin sálmurin passaði sera væl til túrin í góðveðrinum í morgun. Ein sera góður sálmur um Skapanarverkið.

 

HANN TEKUR SÆR AV OKKUM

Hevur tú spælt undir til sálmasong í eina tíð, verður tað uttan iva so, at tú fært onkran sálm – ella fleiri sálmar – sum tú fellur fyri, bæði tá talan er um innihald og lag. Soleiðis er eisini hjá Óla.

Vit hava í eini samrøðu áður nevnt ”Tónleikurin kom líkasum út úr nótablaðnum, sí leinkjuna her: - at nakrir av fyrstu sálmunum, sum hann lærdi seg at spæla vóru jólasálmarnir, tá hann so smátt byrjaði at spæla til sálmasangin í Svínoyar kirkju.

Skal Óli taka ein einstakan sálm úr rúgvuni, so er ein av teimum fyrstu, ið hann hugsar um, sálmurin ”Algóði Gud mín faðir er”, sum Mikkjal á Ryggi hevur týtt til føroyskt. Lagið, sum oftast verður brúkt er tað til sálmin ”Mín Hirði góður Harrin er”.

- Jú, henda sálmin dámar mær avbera væl, bæði orðini og lagið. Hann er bygdur á 23. sálm hjá Dávidi í Bíbliuni – vanliga nevndur Hirðasálmurin – og hevur eitt sera gott innihald.

- Hann sigur mær so nógv um, hvussu Gud tekur sær av einum og hvørjum av okkum í tí dagliga. Tað haldi eg at hesin sálmurin, ið javnan verður sungin, sigur so væl. Júst hetta, er bæði trygt og gott at vita, slær hann fast.

 

HVØRKI SORG ELLA PÍNA

Tað eru kortini eitt annað slag av sálmum – um ein kann siga tað so – sum Óla somuleiðis dámar væl at syngja og spæla. Tað eru teir sálmarnir, ið snúgva seg um Himmalin.

- Nógvir av teimum verða sungnir í samband við jarðarferðir. Tað eru kanska ikki øll, ið dáma tað eins væl, men fyri mær betýðir Himmalin alt.

- Ja, hugsa vit um tað, so er tað Himmalin, ið vit, sum trúgva á Jesus, bíða eftir. Tað er júst Himmalinum, ið okkum leingist eftir, tí har er alt fullkomið, og sum tað stendur, at har er eingin deyði, eingin sorg og eingin pína.

- Tað er hagar, sum man leingist. Ikki tí at man vil doyggja, men sum tað stendur skrivað í Bíbliuni, at Gud fer at gera alt nýtt. Tað er hesum, sum vit bíða eftir, greiðir Óli víðari frá.

 

RINGT AT VELJA

Hann vísir til ein sang, sum Victor Danielsen yrkti og sum júst bindur alt hetta saman – sangin ”Mær leingist at síggja staðin”, har 1. ørindi ljóðar soleiðis:

Mær leingist at síggja staðin,
sum ævigt grundaður er,
mær leingist at síggja dagin,
sum ei mót náttini ber.
Men, Harri, enn meir mær leingist
at síggja andlit títt,
av tráan mítt hjarta treingist,
at alt skal verða nýtt.

- Tað er ikki lætt, at velja nakrar sangir burtur úr rúgvuni, men hesin er serstakliga góður, leggur hann dent á.

- Men bíða líka, her er ein annar, sum mær eisini dámar sera væl.

Óli blaðar nú upp í nótabókina, og løtu seinni spælir hann ein annan kendan og góðan sálm – hesaferð ”Mær er sagt um ein stað í tí høga”.

Eg takki fyri samrøðuna. Jú, hetta var ein góð og signað løta her í Svínoyar kirkju!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Framtak hevði eitt gott ár í 2023
Varpið fær tríggjar milliónur frá løgtin…
Tunga ferðslan darvað av kommununi
Randi á Bergi í starv hjá Blueberry Avia…
Watch Me I'm Free
Teitur spælir Poetry and Aeroplanes á G!
Nýggir kavarar fingið prógv
Takk fyri sýnda samkenslu
Dávið Ryan ætlar at gerast altjóða flogb…
Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á…
Tað vakra hugtekur øll - hvussu skapa vi…