Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýtt lag frá I AM

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.10.2021 - 12:10 Mentan Tíðindi

Fyri stuttum gav tónleikabólkurin út sangin “Altíð Saman”, hesa vikuna gevur bólkurin enn ein sang út.

“Vit hava vitjað ein 25 ára gamlan sang og spælt hann inn av nýggjum” sigur Eyðbjørn Jacobsen, bassleikari.

 

I AM hava síðstu árini samstarvað við navnframa framleiðaran Søren Mikkelsen. Hann hevur framleitt sangirnar, “Can’t Stand (that face)”, sum bólkurin gav út í 2019 og “Altíð saman”, ið kom út í septembur 2021 og partvís var upptikin í Studio Alvin. Nú er triðji sangurin í samstarvinum givin út.

 

“Last Night” er upptikin í Medley Studios upptøkuhølunum í Keypmannahavn, har hann eisini er ljóðblandaður.

 

“Vit skrivaðu Last Night í 1996, sum eisini er árið vit sum bólkur byrjaðu. Hetta var tíðin tá nógvir tónleikabólkar húsaðust í Hølinum í Klaksvík. Sangurin var við á Rock í Føroyum 2, ið kom út í 1997”, sigur Birgir Sigurðsson, sangari.

 

Nýggja lagið hjá I AM kann hoyrast á øllum stroymitænastum, eins og Spotify, Apple Music og Tidal. Harafturat er sangurin tøkur á Youtube rásini hjá bólkinum, har fleiri sjónbandaløg eru tøk.

 

 

Spotify

Last Night: https://open.spotify.com/album/0LevM7kn4HkJWvT3bIDrY1?si=H6NiQsT2S5WAbxS0PxCL3A

Altíð Saman: https://open.spotify.com/album/3usysGqcIsmIFIL2SuyKTW?si=gzjWr3bHSF-F8Jk4lTZkdw

 

Youtube rás

https://www.youtube.com/channel/UCnjVCSVyGITpCxX1redY8HQ

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…