Lýsing
Lýsing
Lýsing
Maðurin til vinstru mælir til coronapass, maðurin til høgru mælir til at lata samfelagið aftur. Men tað er maðurin í miðjuni, ið avger tað. | Mynd: Heilsumálaráðið.

Hvussu koma vit burturúr Corona-støðuni?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2021 - 15:01 Leiðarin Politikkur

Meðan bæði Farsóttarnevndin og smittuserfrøðingur mæla til at seta tey heilt strongu tiltøkini í verk, eru politikararnir meira trekir. Hinvegin eru rímiliga stór tiltøk sett í verk fyri Eysturoynna og Norðoyggjar, men hóast smittutølini eru vaksandi, eru tiltøkini avtakandi. Her verður hugsað um, at næmingarnir á Miðnámi á Kambsdali longu skulu møta aftur mánamorgunin 1. november.

Støðan bendir á, at myndugleikarnir ikki vita, hvat gerast skal. Polistiski myndugleikin tekur ikki øll tilmælini frá heilsufakligheitini, og tað kann vera tí, at heilsufakligheitin so ofta broytir meining. Skulu heilir skúlaflokkar og fótbóltslið í sóttarhald, tá nakrir fáir tilburðir eru? Ella er tað at gera ov nógv av?

Teir hava tað alt annað enn lætt, heilsumyndugleikarnir og politisku myndugleikarnir. Fyritøkur og stovnar venda sær til teir í heilum, og støðurnar eru púra ymiskar og mugu tí viðgerast ymiskt. Frustrerað foreldur kæra sína neyð um, at tiltøkini raka tey á keðiligan hátt, men tey eru ikki samd um, hvat er mest keðiligt; sóttarhald ella ikki?

Fleiri amboð eru, ið kunnu setast í verk nú. Tað mest drastiska er tað, sum Shahin Gaïni mælir til, nevniliga eitt fult “lockdown”, eins og tað, vit høvdu í mars-apríl 2020. Eitt sindur minni drastiskt er tað, sum Lars Fodgaard-Møller, landslækni, mælir til, nevniliga ein skipan við coronapassi. Hetta er roynt í Danmark, varð slept herfyri, men nú verður umrøtt at seta skipanina í verk aftur. Tað minst drastiska er at seta kanningarnar við landamørkini í verk aftur.

Tað er greitt, at okkurt má gerast. Landssjúkrahúsið lýsir í løtuni eftir starvsfólkum at taka vaktir á coronadeildini, og sjúkrarøktarfrøðingalesandi kunnu eisini søkja. Hetta fortelur so mikið sum, at starvsfólkatrot er. Trýstið at sleppa framat til kanningar er eisini risastórt, og ofta er ongin tíð at fáa til kanning.

Tað, sum higartil er gjørt, er at seta lokal tiltøk í verk. Skúlatrøð er farið yvir á internetið at undirvísa flokkunum yvir 3. flokk. Miðnám á Kambsdali og HF í Klaksvík hava somuleiðis verið á internetinum farnu vikuna, men tað verður nú avtikið. Spurningurin er, um tað ikki er ov tíðliga at gera tað. Vit síggja at á Argjum fer skúlin á Argjahamri nú eisini yvir á alnótina at undirvísa, fyribils bert í ein dag fram, og so fara helst boð at koma so hvørt.

Tað mest umráðandi at fyribyrgja eru innleggingar. Verða ov mong innløgd, hoknar sjúkrahúsverkið, og tað má ikki henda.

Júst hvat av tí, sum kann gerast, skal gerast, hava vit her á blaðnum ikki førleikar til at meta um. Men politikararnir eiga í øllum førum at seta okkurt av tilmælunum frá smittuserfrøðini ella Farsóttarnevndini í verk, sum enn ikki er sett í verk. Uppgávan hjá politikarunum verður so at velja tað tilmælið burturúr, sum er mest effektivt, og halda tað upp ímóti tí, sum hevur fægstar negativar avleiðingar.

So, góðu politikarar: Tit mugu gera okkurt. Nú.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…