Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein steinur afturat á Syðradali

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  01.11.2021 - 22:49 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Til hátíðarhaldið á Syðradali í dag, á Alla Halganardagi, varð Jóannes Hansen høvuðsrøðari. Talu hansara fara vit seinni at geva tykkum her á nordlýsid. fo í morgin. Umframt sjálva høvuðstaluna, so bleiv minnisvarðin við jarðarstykkinu hann stendur á, givin Klaksvíkar Býráð í ogn. Meira um tað eisini í morgin.

Ongin sigst vera deyður á sjónum í farna ári. Tó kom ein nýggjur steinur upp við minnisvarðan á Syðradali. Navnið á Steininum er Páll Østerø, sum 29 ára gamalur datt oman á fjalli á Trøllanesi í 2018.

Mamma Páll, Maud Østerø nýtti høvi til í dag at takka Minnisvarðanevndini fyri at nevndin hevur givið steininum pláss her á Syðradali.

Maud Østerø segði:

Vegna okkum avvarðandi hjá Páll, vilja vit takka av hjarta minnisvarðanevndini á Syðradali, at tey hava tikið stig til, at ein steinur er settur til minnis um okkara son, beiggja og pápa. Steinin hjá Pál hevur Bárður sjálvur tikið Heimi í Bergi, sum er sunnanfyri Trøllanes.

12. juli 2018 var ein sera góður dagur, vit skuldu á fjall, so undarligt sum tað var, vórðu eingi børn í bygdini hendan lagnudagin. Veit ikki um Várharra vildi at tey ikki skuldu uppliva hettar, sum vit upplivdu hendan dag, tá Páll datt oman og doyði.

Langabbi Páll kom av Syðradali, pápi Martu ommu Páll. Hann gekk burtur við báti tá omma Páll Marta var 5 ára gomul. Lagnurnar eru og hava verið mangan harðar og tungar hjá nógvum.

Tað fer at vera gott hjá okkum øllum og Pállá dóttur, Hallu, at her er eitt minni á Syðradali, sjálvt um hann bleiv grivin á Eiði.

Til seinast, Filippibrævið 4. 5,6

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja,

koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk.

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu

og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

Harrin signið tykkum og okkum øll.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi