Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Filmur um barnsburðartunglyndi

SKRIVAÐ: Filmsfelagið  |  05.02.2026 - 12:15 Mentan Tíðindi

Vígdis Skorheim fer at innleiða sýningina við nýggja amerikanska stjørnufilminum "Die my love", sum Filmsfelagið sýnir mikudagin í Havnar Bio. Vígdis er stjóri fyri MEA og cand.pæd.pæd.psyk. Við Jennifer Lawrence í høvuðsleiklutinum tekur filmurin støði í evninum barnsburðartunglyndi, sum Vígdis persónliga hevur sagt frá um í Útvarpssendingini Nert ikki við.

 

Í filminum ”Die my love” fylgja vit ungu mammuni og rithøvundanum, Grace, sum flytir saman við makanum, Jackson, at búgva í barnaheiminum hjá honum burtur frá býnum. Hon er Oscarvinnarin Jennifer Lawrence og hann er Robert Pattinson.

Hóast Grace roynir, hevur hon ilt við at finna seg til rættis í nýggja leiklutinum og fjara umhvørvinum har kærleiki, dreymar og óvæntaðar avbjóðingar tørna saman. Mamma hansara, Oscarvinnarin Sissy Spacek (f.1949), varnast, at alt ruggar ikki rætt hjá verdóttrini.

Tað var fyri leiklutin sum Loretta Lynn, at Sissy Spacek í 1980 vann Oscarvirðislønina í filminum "Coalminer’s Daughter". Fyrstu ferð hon gjørdi vart við seg í listarligum amerikanskum filmi var í " Badlands" hjá nýskapandi meistaranum Terrence Malick í 1973. 

Bæði leikstjóri og høvuðsleikari í nýggja filminum munnu hava havt tær sterkastu lýsingarnar um og av móðurskapi í nútíðar filmi. Skotski leikstjórin, Lynne Ramsay (f.1969), við filminum ”We need to talk about Kevin” í 2011, og Jennifer Lawrence (f.1990) sum høvuðsleikari í Aronofsky filminum ”Mother!” í 2017.

Søguna, sum filmurin mikukvøldið byggir á, skrivaði jødisk-argentinska Ariana Harwicz (f.1977) á sponskum í 2012 við heitinum ”Matate, amor”. Ummælarar róstu søguni fyri inniligu og kenslubornu lýsingina av parlagi, móðurskapi og samleika.

Filmurin ”Die, my love” var í høvuðskappingini í Cannes 2025 og fekk serstakliga góð ummæli, serliga fyri sterka, ótamda og sexuelt eksplisitta leiklutin hjá Jennifer Lawrence, ið ummælarar meta verdan fleiri altjóða virðislønir.

Atgongumerkjasølan er byrjað.

11/2 kl 20:00 Die, My Love (Lynne Ramsay Bretland USA 2025 119 min)

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing