Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgmaður, ið er uttanlands í góðum veitslulagi, boðar nú frá, at heldur enn at krevja koronapass, má alt føroyska samfelagið langt niður í ferð. Helst væl meira enn neyðugt. | Mynd: kvf.fo

Landsstýrið velur afturlating fram um koronapass

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.11.2021 - 12:02 Leiðarin Mentan Vinna

Hóast Føroya Landsstýri hevur brúkt hálva aðru millión til at menna eitt føroyskt, talgilt koronapass, so hevur Landsstýrið himprast sera leingi við at taka tað í nýtslu. Í gjárkvøldið skar fútin, í funktión av at vera formaður í Farsóttarnevndini, ígjøgnum og segði, at framyvir skal galdandi koronapass vísast við landamarkið. Landsstýrið kom nakað seinni við síni útmelding, men framvegis himprast løgmaður við at krevja koronapass. Avleiðingin er, at nú mugu øll størri tiltøk avlýsast.

Fútin skeyt annars upp í Degi og viku, at tiltøkini kundu haldast, um bert kravið um koronapass varð innført innlendis eisini. Men landsstýrið noktar kategoriskt at “gera mun á koppsettum og ókoppsettum”, sum tað eitur seg, og tískil mugu øll tiltøk við fleiri enn 50 luttakarum annaðhvørt avlýsast ella útsetast.

Hetta er rættiliga óskiljandi, tí kravið um koronapass er ikki eitt krav um koppseting. Øll tey, ið hava havt Corona, kunnu vísa eina váttan fyri tað í staðin fyri eina váttan um koppseting. Og øll tey, ið hava eina negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar, kunnu vísa tað negativa kanningarúrslitið í staðin fyri váttan um koppseting. Sostatt hevði liðið raðið fyri at tikið brúk av koronapassinum, ið hevur kostað sjey siffur at menna.

Í staðin verða tað nú kirkjur og samkomur, ítróttarfeløgini, landsliðið, náttarlívið og frítíðarvirksemið hjá børnum og ungum, ið kemur at svíða. Í kirkjum og samkomum kunnu ikki fleiri enn 50 fólk savnast, og tað rakar alt andaligt lív í størru býunum í Føroyum. Landsliðið og feløgini í steypakappingini verða noydd at avgreiða sínar dystir uttan stuðul frá áskoðarum, og náttarlívið verður enn eina ferð offur.

Sum nú er, verður tað sostatt bara við landamarkið, at koronapassið skal vísast fram. Har ræður Farsóttarnevndin einsamøll, hevur heilsumálaráðharrin váttað yvirfyri blaðstjóranum.

Eftir øllum at døma ger hetta trábeitnið hjá Landsstýrinum átøkini og inntrivini í gerandisdagin størri enn neyðugt. Hevði kravið um koronapass í náttar-, ítróttar-, samkomu-, kirkju- og frítíðarlívinum bert verið innført, so var ikki neyðugt at læsa líka nógv niður. Í so fall høvdu tað verið skúlarnir og dagstovnarnir, ið vórðu raktir, meðan gerandisdagurin hjá teimum flestu kundi hildið relativt ótarnaður fram.

Í Sosialinum lesa vit, at fleiri av hotellunum eru fult bókað til jólaborðhaldini, ið plaga at vera í november og nakað inn í desember. Eru fleiri enn 50 fólk á einum arbeiðsplássi, so mugu teirra jólaborðhald annaðhvørt avlýsast ella koyrast í tvey, nakað sum sjálvandi leggur ein doyvara á stemningin.

Hóast tað í ávísan mun ber til at skilja, hví Landsstýrið ikki vil skilja ímillum ókoppsett og koppsett, so er tað ein realitetur í dag, at tað longu nú verður skilt ímillum. Ókoppsett, ið hava verið í sambandi við ein smittaðan, skulu heim í 10 dagar og kannast 3 ferðir, meðan koppsett kunnu halda áfram at arbeiða og kannast 2 ferðir. Onkur privat arbeiðspláss gera eisini mun á koppsettum og ókoppsettum, sum nú er. Og nú ger Farsóttarnevndin tað so eisini.

Men Landsstýrið vil fara við øllum koppsettum, sum vóru tey ókoppsett. Tað er ikki til at skilja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bjørgvin góð 9.000 pund
26. januar er skúlin stongdur vegna star…
Kvøldskúlin: tilmeldingin fyri várhalvun…
Upplagt at vitja Skríggj
EM 2026: Ætlar tú til Malmø?
Sandavágs Talvfelag á FM-kós
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni