Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðsluljós – og hvat so nú?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.11.2021 - 20:48 Leiðarin Tíðindi

Týskvøldið 9. november meldaði løgmaður út, at Føroyar høvdu trý tilbúgvingarstig, tá tað kom til Corona-støðuna; ta sokallaðu “Ferðsluljós”-skipanina. Um vit hyggja nærri at ferðsluljós-skipanini, so er okkurt heilt greitt, meðan okkurt er heldur ógreitt og sumt beinleiðis ørkymlar. Vit verða noydd at fáa neyvari og greiðari boð, áðrenn Ferðsluljósskipanin kemur í fult gildi tann 13. november.

Skipanin er annars innrættað so, at grøna tilbúgvingarstigið er tað lægsta, og tá eru tilmælini avmarkað til reinføri, sosiala frástøðu, koppseting, kanning við markið, 2. daga-kanning, corona-linjuna, smittusporing og sóttarhald – ella við øðrum orðum, tað sama sum tilmælini frá løgmanni hósdagin 4. november. Gula tilbúgvingarstigið, ið er og verður galdandi í løtuni, inniber coronapass til matstovur, náttarlív, ítróttarlív, venjingarmiðstøðir, hárfríðkanarstovur, tannlæknar, fysioterapeutar v.m., umframt krav um negativa test, ið ikki er meira enn 48 tímar gomul, til sjúkrahús, ellisheim, stovnar við veikum borgarum – og jólaborðhald. Skúlar, dagstovnar og frítíðarvirksemi kunnu eftir nærri fráboðan latast aftur, meðan tiltøk við meira enn 100 borgarum og minni enn 150 skulu hava krav um coronapass.

Triðja og álvarsamasta stigið, ið er fult lockdown, inniber, at max. 10 fólk kunnu savnast, at dagstovnar og frítíðarvirksemi steingir, skúlar og arbeiðspláss hava heimaundirvísing, samstundis sum alt annað, ið er nevnt í gula stignum, steingir heilt. Mørkini ganga við 0-15 fólk (grønt), 16-75 fólk (gult) og 76 ella fleiri fólk (reytt).

Coronapassið vísir antin, at ein hevur havt Corona, at ein er fult koppsett/ur, ella at ein hevur eina negativa test, ið ikki er meira enn 48 tímar (onkrar keldur siga 72 tímar) gomul. Passið verður kravt við landamarkið frá 15. november, og er annars galdandi innlendis sum nevnt omanfyri.

Stórur eftirspurningur hevur verið eftir hesum, men nú tað er komið, eru framvegis fleiri spurningar, so sum hvagar vit fara hiðani. Til dømis er munurin millum 100 og 150, ið kunnu hittast ávikavist uttan og við coronapassi, sera lítil. Skal ein kirkja ella samkoma, ið frammanundan ikki veit, hvussu mong koma, standa við teljara við dyrnar og krevja coronapass, tá vitjandi nummar 101 kemur, hóast onkur uttan coronapass longu er sloppin inn? Tí tað ber valla til at koyra fólk út aftur, ið longu hava fingið lovað atgongd.

Eisini eru útmeldingarnar við landamarkið eitt sindur ógreiðar. Farsóttarnevndin hevur fráboðað, at coronapass verður kravt har, meðan landsstýrið undir grønum ljósið sigur, at kannast skal har. Merkir tað so at øll skulu kannast, eisini tey við coronapassi? Her hava myndugleikarnir verið ógreiðir, og fyribils má gangast út frá, at boðini frá Farsóttarnevndini eru tey galdandi, í øllum førum eftir løgmanni í útvarpstíðindunum 10. november at døma.

Somuleiðis vanta sanktiónsmøguleikar. Hesir verða, sum skilst, einans galdandi við landamarkið, har Farsóttarnevndin ræður, meðan restin enn sum áður byggir á tilmæli og álit. Spurningurin er, um tað er nóg mikið. Vit mugu rokna við, at stovnarnir undir Landsstýrinum sjálvsagt fylgja ferðsluljósunum, eins og øllum øðrum, Landsstýrið áleggur, men hvussu við privatum aktørum? Her skulu vit tó skunda okkum at siga, at heilt nógvir privatir aktørar beinleiðis hava ynskt coronapassið, so við teimum verður ongin trupulleiki á júst tí økinum.

Nú fáa vit so at síggja, hvussu væl Ferðsluljósini virka, men roknast kann við, at har fara at uppstanda barnasjúkur. Hetta er jú nýtt fyri okkum øll. Vónandi fara Ferðsluljósini veruliga at vísa okkum veg úr Coronakreppuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…