Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsurøktarar og námshjálparar eiga at fáa møguleika at lesa beinleiðis víðari í Føroyum 

SKRIVAÐ: Sirið Stenberg, Tjóðveldi  |  24.11.2021 - 08:26 Politikkur Tíðindaskriv

Nú starvsfólkatrotið er stórt á røktarøkinum og innan pedagogiska økið er neyðugt at tryggja, at tey, sum hava lisið til heislurøktara og námshjálpara, kunnu útbúgva seg víðari í Føroyum. Við eini smidligheit í útbúgvingarskipanini eigur hetta at bera til. Til dømis kundi man skipað fyri uppsamlingsskeiðum, har hesi fólkini kunnu fáa tær lærugreinar, sum tey mangla fyri at fara víðari. Sum skilst er ikki so nógv, sum manglar í.

Bæði sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin og námsfrøðiútbúgvingin í Føroyum eru á hægri stigi enn í Danmark. Av tí, at man í Danmark enn hevur hesar útbúgvingar á professiónsbachelor støði, er møguleiki at lesa beinleiðis víðari har. 

Hetta kann gera, at fólk fara av landinum at lesa útbúgvingar, sum eru í Føroyum. Við at skipa fyri, at hesi fólkini kunnu fáa tær lærugreinar, sum tey mangla, verður skaptur møguleiki fyri, at tey kunnu lesa víðari í Føroyum. 

Tað hevði uttan iva verið ein góð íløga fyri okkum øll. 

Tí havi eg sett landsstýrismanninum hesar spurningar:

Hvat skal til fyri, at heilsurøktarar kunnu lesa víðari til sjúkrarøktarfrøðing og námshjálparar til námsfrøðing?

Ætlar landsstýrismaðurin at skipa fyri, at heilsurøktarar og námshjálparar kunnu fáa uppsamlingsskeið við tí, tey mangla, so tey kunna lesa víðari?

Hvat er kostnaðurin av hesum?

Vónandi eydnast at fáa vælvild fyri hesum.


Sirið Stenberg 
Tjóðveldi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…