Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Enghamar /FSF

Føroyar móti Spania í kvøld

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.11.2021 - 11:31 Ítrottur Tíðindi

Landsliðið hjá kvinnum hevur eina sera stóra uppgávu fyri framman í kvøld. Heili 7 KÍ-leikarar eru í hópinum.

FSF skrivar:

Uppgávan er ein hin størsta nakrantíð, tá A-landsliðið við kvinnum fer á vøllin fyri seinastu ferð í ár


Tað er ein risastór uppgáva og uppliving, sum bíðar føroysku kvinnunum á Estadio La Cartuja de Sevilla í annaðkvøld. Spanska mótstøðuliðið hevur víst sína styrki og vunnið allar sínar undankappingardystir higartil uttan himpr. Tað gjørdi seg eisini galdandi, tá liðini hittust á Tórsvølli í september og gestirnir fóru avstað aftur við einum 10-0 sigri í skjáttuni. 

Síðan tá hava Føroyar spælt móti Skotlandi, Ukraina og Ungarn. Enn er onki stig komið á kontuna, men stríðsviljin hevur verið sjónligur í øllum dystunum, og harumframt eru kvinnurnar eisini komnar á máltalvuna tvær ferðir; á Hampden Park móti Skotlandi og á Tórsvølli móti Ungarn. 

Tað er tó ongin loyna, at Spania er í heimsflokki og ein stórur biti hjá føroyska liðnum. Hetta ræðir tó ikki føroysku spælararnar, sum fara á vøllin fyri at geva alt, sum tær eiga. 

– Vit vita, hvussu ótrúliga dugnaligar, tær sponsku spælararnir eru. Vit hava sjálvar følt tað á vøllinum, og nú eru vit so eisini á útivølli, so hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum.  Men samstundis er hetta ein spennandi uppgáva og ein uppliving. Vit mennast í heilum sum hópur og lið, og tað arbeiða vit hart fyri at vísa á vøllinum eisini. So vit geva veruliga alt, sum vit eiga, fyri at gera tað trupult fyri tær at spæla ímóti okkum, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.

Í dag hevur landsliðið vant á leikvøllinum og lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin, sum verður spældur í annaðkvøld, hóskvøldið 25. november.

Dysturin millum Spania og Føroyar verður spældur á Estadio La Cartuja de Sevilla kl. 20.00 føroyska tíð, og til ber at stroyma hann á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.

Myndir frá seinastu venjingini áðrenn dystin: Bjarni Enghamar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…