Lýsing
Lýsing
Lýsing

Alment útboð: Stroyming av býráðsfundum

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  29.11.2021 - 16:01 Tíðindaskriv

Býráðsfundir Klaksvíkar Býráðs hava seinastu sjey árini verið stroymdir alment. Býráðið hevur nú endurskoðað skipanina og hevur avgjørt, at nýtt útboð skal vera. Tí verður við hesum biðið um tilboð frá áhugaðum veitarum upp á hesa tænastu.

Tilboðið skal umfata eina fullfíggjaða stroymingsloysn fyri fundir býráðsins*, tvs. upptøka og viðgerð av upptøkum, umframt at veitarin veitir útgerð so sum mynda-/upptøkutól, mikrofonir, kaðalar, uppseting, aðra veiting o.s.fr.

Onnur viðurskifti, sum ynskjast útgreinað í tilboðnum, eru veitingartíð og møguleiki fyri goymslu á netinum, evt. sum tíðaravmarkað goymsla.

Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til Jensu Anthoniussen, fulltrúa, á jensa@klaksvik.fo

Freist at lata inn tilboð er 10. des. 2021 á middegi.

Tilboðið skal sendast í telduposti í PDF-formati til Klaksvíkar kommunu á klaksvik@klaksvik.fo, merkt “Stroyming av býráðsfundum – tilboð”
Klaksvíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini eins og ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum.

Tilboðini verða viðgjørd og sammett av Klaksvíkar kommunu. Niðurstøðan um, hvat av tilboðunum – um nakað – tikið verður av, verður grundað á eina heildarmeting við denti á tey viðurskifti, sum eru nevnd í hesum skrivi.

Ætlanin er, at komandi veitari byrjar at stroyma býráðsfundin, sum verður í seinnu helvt av januar 2022.

Øll, sum hava latið tilboð inn, fáa svar um niðurstøðuna. Klaksvíkar kommuna metir seg kunna geva svar, um tikið verður av tilboðnum ella ikki, umleið eina viku eftir, at tilboðsfreistin er farin.

*fundirnir vara í miðal 2,5 til 3 tímar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir