Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eingin postbátur frá 6. desembur til 3. jóladag

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  03.12.2021 - 11:47 Mentan Tíðindi

Í gjárkvøldið vórðu jólatrøini í Kalsoyonni tendrað. Her frásøgn frá ferðini á Trøllanesi - Norðuri á Nesi.

Tað var Bjørn Kalsø, sum helt røðu við trøðini í ár og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Jólatræshald var á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum og so til seinast á Syðradali. Alla staðni var góður blíðskapur, og gleða bygdirnar seg til haldið við hornblástri og røðum.

Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri helt røðu.

Niðanfyri verður røðan á Trøllanesi endurgivin - og myndir av tiltakinum lagdar við

Eingin postbátur frá 6. desembur til 3. jóladag

Gott kvøld øll somul!

“Tá tú stendur úti á Lítla Høvda (sum er norðast á Kalsoynni) og hyggur suðureftir, so sært tú bjørg og bláar skorar. Tú sært Geirrøvilin, Norðaru Skorar og upp í sjálvan Borgaran, sum er bratt berg av sjónum og heilt upp á eggina. Gamalt er, at gongt var vestanfyri Nesskorar og Borgaran, sum er bratt berg av sjónum og heilt upp á eggina og hellir eitt sindur útyvir. Har var tað, Páll fangi beyð sær at lesa seg uppfyri men slapp ikki, tí teir ráðandi vóru bangnir fyri, at hann fór at vera førur fyri at gera tað, sum hevði verið ómøguligt fyri aðrar menn.

Men her hevur ikki altíð verið bratt berg. Søgnin sigur, at eina ferð í tíðini var gongt allan vegin gjøgnum bergið suðuri við Á og heilt til Trøllanes, og sagt er, at ein eiðismaður kom einaferð tann vegin á Nes at fríggja. Men so leyp vallingin, og tá ið tú stendur her á Lítla Høvda, so sært tú, hvar tað slitnaði frá. Tað eru Norðaru Skorar” Soleiðis tekur Marius Jóhannesen til í bóklinginum “Eitt sindur um Kalsoynna”.

Í nýggjari tíð hevur einans verið gongt eystanfyri, og bátur kundi eisini lenda, tá klúgvandi var, og brimið ikki stóð í grasið, og oyggin skalv, so klinkurnar glintaðu á roykstovuhurðunum.

Miðskeiðis í 80’unum varð tunnilin skotin ígjøgnum. Nú var koyrandi norður, og hetta broytti alt. Fyri hesa stórhending var bygdin rættiliga avbyrgd, og munnu jólini eisini hava verið merkt av hesum. Jólagestir máttu koma í góðari tíð, og steðgaðu ofta leingi.

Jógvan Joensen, bóndi í Innistovu á Trøllanesi hevur greitt mær frá, at eini jól viðraði so illa, at postbáturin sigldi seinasta túrin undan jólum 6. desembur.

Tað árið varð alt, sum teimum her í bygdini tørvaði, borið úr Mikladali og norður á Nes, og tað eydnaðist at fáa alt norður – jólatrø, annað tinganest og neyðsynjavørur.

Ikki fyrr enn 3. jóladag var siglandi aftur, og tá stóð við klettin. Men tá var eingin farmur at lossa.

Veðrið kundi eisini vera gott á vetri. Mær er sagt, at fólk úr Mikladali einaferð komu norður til Trøllanes við árabátinum Ellinti at dansa á trettandu. Tá varð dansað í roykstovuni í Útistovu.

Postbátur byrjaði ikki at sigla norður á Nes fyrr enn í 1931. Í byrjanini varð siglt tvær ferðir um vikuna. Eftir kríggið varð siglt tríggjar ferðir, týsdag, hósdag og leygardag. Tað var ikki fyrr enn í seinnu helvt av 70’unum, at postbáturin fór at sigla hvønn dag.

Í myndatalu kunnu vit siga, at vit nú eru farin uppaftur fleiri fet longur, hvat samferðslumøguleikum viðvíkur, vit kunnu siga, at tað nú kemst til Trøllanes úr øllum ættum. Nú verður ikki bara ferðast eftir gomlu bygdagøtuni undir Vørðu, ella við postinum sjóvegis. Heldur ikki er tunnilin einasta farleiðin.

Hetta fingu vit at sanna, tá fleiri okkara tráddu reyðu máttuna í Klubbagarðinum í Havn sjálvan mikkjalsmessudag í heyst. Har sóu vit agentin 007 James Bond taka oynna við flutningstólum, sum kundu ferðast bæði undir vatnskorpuni, á sjónum og í luftini.

Eitt minniligt kvøld, sum á ein hátt setti tingini í perspektiv. Tí hóast vit eru smá, so ber alt til.

Vit eru før fyri at leggja nógv fyri og eru minst líka dugnalig, sum øll onnur í øllum heiminum. – Vit kunnu vera við í fremstu røð, um vit standa saman, og um rætt verður farið fram.

Hóast eingin kirkja er í bygdini, hevur kristna trúgvin verið sum ritað í bergið. Longu í søgnini um Gyðju, sum loypti split í dansin, var Jesu navnið havt á munni, og hevur tað hildið trøllunum, sum hava givið bygdini navn, burtur líka síðan.

Í bókini “Høgtíðir og veitsluhald á vetri” sigur Robert Joensen: “Í Norðurlondum hildu tey fyrr, at sólin stóð still frá fyrsta jóladegi og til samans 12 dagar til trettanda”

Soleiðis munnu jólini eisini hava kenst her á staðnum. Tá hvørki var komandi til ella frá. Tí á kvøldi jólaaftan, helt alt vanligt arbeiðið uppat, og jólini vórðu hildin líka til trettandu.

Nú kunnu vit siga, at nógv meir ferð er á øllum - í øllum lutum. Onkuntíð ov nógv ferð! Og mong munnu kenna tað, sum um, at ilt er at fylgja við.

Tí er gott høvi, eina løtu sum hesa, tá jólatrøini verða tendrað at steðga á eina stund, - seta ferðina niður og grunda á, hvørji grundvirðir hava týdning í lívinum.

Jólini, ið standa fyri framman, minna okkum á gleðiboðskapin, tá Jesus varð borin í heim, á løturnar saman við familju, vinum og kenningum – týdningin av at geva teimum, ið treingja, og at vitja tey, sum sita einsamøll. Samstundis bera jólini boð um, at sólin aftur fer at koma hægri á hválvið við boðum um nýtt ár og ljósari árstíð, tá alt aftur fer at grógva og næla.

Fari at takka Klaksvíkar kommunu fyri, at farið verður kring bygdirnar í kommununi at tendra jólatræ. Takka Klaksvíkar Hornorkestri fyri, at tit altíð eru við og seta serligan jóladám á løtuna.

Takk fyri møguleikan at røða og takk øll tit, sum lýddu á.

Við ynskjum um eini gleðilig jól.

Bjørn Kalsø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg