Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Fagur tónleikur í Kreml!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  14.01.2022 - 15:52 Poddar Politikkur

Nú radarøðin aftur herjar í oyggjunum, kunnu eygleiðarar í Moskva fegnast um, at Russland hóast alt eigur vinir í vesturheiminum – tað eru vinnulívsfólk og politikarar á høgraveinginum í Føroyum, ið eru til reiðar at seta handilsáhugamál hægri enn ETISK áhugamál. Fólk, sum eru til reiðar at svíkja áhugamálini hjá vesturheiminum fyri at varðveita úrtøkuna úr Russiskum sjógvi. Seinasta kanningin hjá Fróðskaparsetrinum man tó vera malurt í bikarnum, tí hon vísir, at føroyingar flestir hóast alt, eru vestansinnaðir og fyri NATO.

 

Kreml hevur eina frammúr effektiva fregnartænastu. Eg ivist onga løtu í at tey har eisini fylgja væl við í tí orðaskiftinum, ið fer framm í Føroyum í dag um radaramálið. Og tí má tað vera yndisligur tónleikur í teirra oyrum at hoyra núverðandi og fyrrverðandi føroyskar politikkarar  siga seg ynskja at verja føroyska marknaðarsamarbeiðið við Russland, fram um áhugamálini hjá NATO og Vestanveldunum.

Tað má eisini vera søtur tónleikur i teirra oyrum at hoyra, at yngri politikarar eru sera ivasamir um, at hernaðarskip hjá NATO ella USA skulu nýta føroyskar havnir til bunkring, manningarskifti, proviantkeyp ella umvælingar.  Alt hettar, samstundis, sum russisk skip í hópatali í meira enn eina hálva øld hava haft mest sum frítt at fara til og úr Føroyum.

Eg veit fullvæl, at um eg fekk mítt dagliga breyð úr russiskum sjógvi, so hevði tað eisini órógva meg, um tað skuldu komi klutur í millum Føroyar og Russland. Men, sæð frá einum alheims sjónarmiði, so eru Putin og sveinar hansara í Kreml ikki júst ”hygge onklar” – góðdýr, ið bara vilja øllum tað besta! Putin krevur at sleppa at ráða, eisini yvir sínum grannalondum, og tí krevur hann av teimum, at tey ikki gerast limir av NATO, hóast meirilutin av fólkinum kanska ynskir tað!  Og hann vil hava NATO at skriva undir uppá, at hesi londini ikki skulu gerast limir av vesturlendska verjufelagsskapinum, uttan mun til um fólkið í landinum ynskir tað. Hann tveitir eisini øll andstøðufólk í fongsum, fyri lítið og onki. So góður er Putin av sær! Og skuldi staðið á, mundi hann fari ørvísi við  Føroyum?

Tað er nakað, sum eitur loyalitetur, trúfesti – tey demokratisku rætttindi vit hava í dag, og russar og kinesarar og mong onnur als ikki hava, eru vissuliga ongin sjálvfylgja. Gamla demokratiska háborgin og fyrimyndin USA er um at fara í tvíningar, fyri ikki at siga í smildur.Tað er ikki ósannlíkt, at megaørvitisknokkurin Trump, ella ein av hansara líkum vendir aftur til Hvítu húsini um fýra ár. Tí er tað meira enn nakrantíð neyðugt, at Evropa stendur saman sum ein persónur. Tað er rættuliga ivasamt um vit kunnu líta á USA, um Trump vongurin fær valdið aftur í Hvítu Húsunum og trý ár!

Í okkara hugnaligu oyggjum eru vit av teirru fatan, at politikarar bara vilja landinum og fólkinum tað besta, hóast tað helst eisini í løgtinginum finnast lúshundar og valdsgreðingar, ið bara vilja sítt egna besta. Men, øll sum fylgja við í tíðindunum áttu at vita, at úti í heimi finnast vissuliga politiskir lúshundar og maktgreðingar av format, sum bara vilja sítt egna besta, og í verstu førum kunnu kallast psycopatar! Skaparverkið er víst vakurt og yndisligt, men ikki altíð hugnaligt!

Tað er helst, sum longu nevnt, minni søtur tónleikur í oyrunum hjá teimum í Kreml tá tey frætta um meiningakanningina hjá Fróðskaparsetrinum, sum týðuliga bendir á, at føroyingar hóast alt eru trúgvir móti NATO og vestanveldunum. Men, tá eitt mál endar í uttanríkisnevndini ella í løgtinginum, so kann tað lættliga avskeplast orsaka av persónligum og politiskum áhugamálum, og framm um alt, orsaka av væntandi hernaðarligari- og trygdarpolitiskari vitan. Tað eru ikki mangir føroyingar, ið hava fingist við hettar málsøki, og teir verða kanska heldur ikki eftirspurdir. Her er alneyðugt við sakligari kunning! Og russiska propagandamaskinan er bæði dugnalig og effektiv – hesi vóru líka við at avgerða seinastu tvey valini i USA!

Sjálvur haldi eg at løgtingið, og ikki bara uttanríkisnevndin skal taka endaligu avgerðina um radaramálið. Løgtingið kann sjálvandi bara taka eina prinsipp avgerð, men við teimum sum manna uttanlandsnevndina í dag, kann málið um radaran lættliga avskeplast, sum summi mál mangan verða í Føroyum.

Hvør skal gjalda og hvør skal eiga radaran? Spurningurin her má vera um føroyingar eiga nakra ekspertisu á hesum økinum, og um NATO er tilreiðar at deila sína vitan við fólk/stovnar ið ikki eu beinleiðis partur av felagsskapinum. Vit vita ikki hvat radarin og rakstur av honum far at kost, ei heldur vita vit hvussu leingi tað fer at taka føroyingum at vinna sær teir serførleikarnar, ið krevjast innan hettar økið. Tað ber óiva til at tosa saman um hesi evnini við skili. MEN, eg eri bangin fyri at tað finst ein mentannar-gjógv millum herfólk og føroyingar á hesum økinum, tí føroyingar hava ongar royndir í at hugsa herðnaðartaktiskt. Vit hugsa í okkara boblu og NATO hugsar í síni boblu!

Tað sigst at tað finst eitt eftirlitsvakum í loftrúminum millum Bretland og Ísland, sum er meðvirkandi til at økja um ótryggleikan, nú stórveldini gerast alt meira ágangandi og brynja seg við vápnum og cybertøkni. Internationalt er tað ikki serliga klókt ella loyalt av føroyingum at stuðla undir hesa væntandi trygdina við at stríðast um radaran, sum hóast alt, bara er ein lítil partur av eini størri samanhangandi eind. Øll hava sjálvandi rætt til eina meining um evnið, men ikki eru allar meinigar líka nógv verdar – ein væl grundað og upplýst meining er túsund ferðir meira verd enn nationalromantiskt møsn!

Og ein lítil heilsan til teirra, ið óttast fyri at Føroyar fara at gerast eitt bumbumál um radarin verður bygdur. Royni og flyti tykkum inn í ár 2022! Um stórveldini ynskja at beina fyri einum slíkum radara, so fara tey ikki fyrst eftir einari kjarnorkubumbu, men so fara teirra teldusnillingar til verka og beina fyri radaranum, uttan at tey leggja merki til tað í Havn, Kollafirði ella Norðradali. Og skulu tey endiliga bumba, so verður tað við einari præsisiónsrakett úr cyberspace, sum bara oyðileggur sjálvt bumbumálið!

Vónandi fara fjølmiðlarnir at kunna seg so væl um evnið, at politikarnir og nationalromantikarnir ikki fáa fult frælsi til at møsna.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…