Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Finnast meira enn einar Føroyar?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  19.01.2022 - 17:03 Poddar Politikkur

Í sambandi við manningina í nýggja Landsstýrinum lesa vit ógvusligar yvirskriftir í miðlunum, um at Føroyar nú  líkjast Afghanistan, at Taliban-líknandi viðurskifti ráða í Føroyum, og at oyggjarnar eisini teljast millum tey myrkastu einaveldini í heiminum, tí ongin kvinna situr í núverandi Landsstýrinum.

 

Meðan eg eri heilt samdur við teimum, ið undrast yvir, at ongin kvinna er at finna millum núverandi landsstýrislimirnar, so havi eg samstundis ilt við at kenna Føroyar aftur sum eitt nýtt Afghanistan, har kvinnuhatur og Taliban-viðurskifti eru ráðandi. Og hóast ongin kvinna nú situr í Landsstýrinum, so haldi eg at tað er beinleiðis fjákut, fyri ikki at siga ósømiligt, at samanbera Føroyar við myrkastu einaveldisríkini í heiminum!

Tað, sum eg fari at skriva nú, er so sjálvfylgiligt og keðiligt, at tygum fara helst at geispa og kanska eisini døsa, áðrenn tygum hava lisið greinina.

Í Føroyum beina tey ikki fyri nýfødum gentubrønum, bara tí tey eru gentubørn. Í Føroyum hava gentubørn og dreingjabørn somu juridisku rættindi. Genturnar sleppa í barnagarð, í skúla, hava frítt at íðka ítrótt. Genturnar klára seg sera væl í frammhaldsskúlunum og eru í meiriluta innan hægri lesnað.

Kvinnur hava á jøvnum føti atgongd til øll størv í Føroyum. Og tað finnast mangar kvinnur í leiðandi størvum í Føroyum, bæði innan barnarøkt, heilsurøkt, eldrarøkt, skúlan, privata vinnu og almennu umsitingina. Kvinnur manna eisini løgtingið og eru for”menn” í løgtingsnevndum. Næsti biskupurin verður kanska ein kvinna? Juridiskt og teologiskt er ongin forðing fyri tí – og tað er ikki serliga talibanskt!

Í Føroyum sleppa kvinnur at ganga úti einsamallar. Tær kunnu ferðast, sum teimum lystir, og tær kunnu koyra bil! Og vit selja ikki smágentur til gamlar menn at giftast við. Kvinnar kunnu eiga fastogn, virkir og egnan bústað – og sjálvandi, tær hava valrætt á jøvnum føti við menn, og kunnu sum so, stilla upp til kommunuval og løgtingsval. Eg kundi óivað nevnt túsund ting afturat.

Fyri einari fjórðingsøld síðani var eg limur í Føroya Landsstýri, og tá var sjálvur sjefurin en kvinna. Tað var Marita Petersen, fyrsti kvinnuligi løgmaðurin (-konan) – og ongin setti nakað spurnartekin við tað, Hon var dugnalig, arbeiðssom og væl betur egnað til starvið enn, onkur sum hava verið undan og aftaná henni.

Sjálvandi skulu kvinnur sita í landsins stjórn, tí helvtin av veljarunum eru jú kvinnur – kvinnurnar eiga ikki at finna seg í øðrum. Men, altso, álvaratos, at siga og skriva at Taliban-líknandi viðurskifti ráða í Føroyum, bara tí tríggir flokkar ikki megna at finna eina kvinna sum landsstýrslim, tað er at skjóta amøbur við atombumbum – nei, tað er verri enn tað, tað er tápuligt! Tað er óbúgvið! Og vísir mangul uppá dannilsi, fyri nú at nýta eina danska málisku.

Ella kanska finnast fleiri Føroyar, einar sum eg kenni, og einar Føroyar, sum eg aldrin havi vitjað?

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…