Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skótalið Nólsoyar Palls savna flest pengar til Skótahjálpina 2021

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2022 - 21:12 Mentan Tíðindi

Á hvørjum ári koma skótar á gátt hjá fólki og bjóða seg fram til at gera einahvørja uppgávu, okkurt arbeiði, sum tørvur er á og sum skótarnir megna. Fyri arbeiði fáa tey pening til skótahjálpina.

Innsavnaði peningurin fer til eina barnahjálparverkætlan í Føroyum og til eina uttanlands. Sostatt er talan um børn, sum hjálpa børnum. Skótahjálpin er í viku 39 á hvørjum árið, og í ár komu umleið 200 túsund inn.

Hesaferð nú innkomni peningurin og øll tølini eru roknaði saman, vísir tað seg at skótar og úlvar hjá Skótalið Nólsoyar Pálls í Klaksvík hava verið bestir at savna pening til Skótahjálpina í ár. SNP hevur í ár savna 640 krónur í miðal fyri hvønn sum hevur tikið lut. Hetta má sigast at vera sera flott.

 

Ferðasteypið Súlan

Á hvørjum árið letur Skótahjálpin eitt ferðasteyp sum kallast Súlan, ein silvurpláta verður hvørt ár fest á við navninum á skótaliðnum sum savnar flestar pengar inn. Eigari verur tann bólkur, sum flestar ferðir hevur vunnið Súluna aftaná 10 ár .
Símun Michael Sørensen sum í mong ár hevur verið kassameistari hjá Skótahjálpini, kom í kvøld í Uppistovu, á úlva- og skótafundin hjá SNP fyri at handa ferðasteypið Súluna. Símun Michael greiddi frá teimum verkætlananum sum í ár fáa stuðul frá skótahjálpini, og yngsti øllum teimum fegnu og stoltu børnum tillukku nú teirra innsavning hevur eydnast so væl í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár