Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Læknastríðið einaferð enn

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  04.02.2022 - 11:24 Bloggur Politikkur

Vit, sum vóru børn undir læknastríðnum, fingu alt at vita um seinna heimsbardaga í Føroyum – um hermenninar; um bumburnar, ið fullu í Klaksvík; um øll skipini, ið fóru við manni og mús; um hvussu lágt týskararnir flugu inn yvir Vágna; og um fólk, ið flýddu av bygdini. MEN ongin tosaði um Læknastríðið, sum vit øll mintust – har var tøgn!

 

Ein av eygleiðarunum í DR-sendingunum um Læknastríðið segði tað nokkso beinrakið: Ongin reypar um ein fótbóltsdyst, tey hava tapt! Og tað er helst júst ein orsøkin til, at lok varð lagt á Læknastríðið – har var ongin vinnari; allir partar taptu dystin. Úrslitið kendist kanska eitt sindur pínligt, ella, sum onkur kundi sagt, flovisligt? Hvat høvdu fólk øst seg um, og hvat var úrslitið?

Við tí kunningartøkni og samskifti vit hava í dag, var Læknastríðið neyvan vorðið veruleiki. Tá vóru Føroyar rættiliga fjarskotnar í mun til í dag, og fake news floreraðu tá eins og nú. Klossutir føroyskir og danskir politikarar og embætismenn eiga vissuliga eisini sín leiklut. Norðuroyggjar vóru nærmast háborg hjá loysingarflokkunum, og tað er neyvan nakað at ivast í, at onkur eisini rørdi dúgliga við stórari spón í tí súpanini. Men okkurt slag av høvuðsstaðar- og útjaðaraaggi hevur óivað eisini havt sín leiklut. Onkur samfelagsligur svullur brast, og ónøgdin sýndi sítt súra andlit?

Vit, sum vóru børn undir Læknastríðnum, fingu nústani við DR-sendingini veruliga at vita, at tað var harðligt agg millum fólk í Klaksvík tá, og beinleiðis forfylging av øðrvísi huksandi. Eg skilji at fleiri av mínum javnaldrum blivu illa við at frætta hetta, hóast tað ikki átti at undrað nakran, tí soleiðis er menniskjalyndið nú einaferð.

Men tíbetur var aggið í Klaksvík ikki aldargamalt og rótfest, eins og vit kenna tað frá t.d. Balkan og Norðurírlandi, har tað elvdi til dráp og varandi hatur. Í Klaksvík hevði aggið tíbetur ikki so djúpar og gamlar røtur, at tað kundi enda sum støðan í nevndi londum. At síggja til, ið hvussu so er, bleiv alt gloymt, tá stríðið var av – oh tað í sær sjálvum er rættiliga sjaldsamt, men eisini eitt satt vælsignilsi. Tí á Balkan og í Norðurírlandi prutlar undir lokinum enn! Tað haldi eg ikki at tað ger í Klaksvík?

Tá eg var heilt ungur, undraði tað meg aldrin, at fólk tosaðu dúgliga um seinna heimsbardaga, sum var av, men tey aldrin tosaðu um ta orrustuna, sum leikaði júst tá, Læknastríðið – ei heldur seinni. Men tað er helst við nútíðarsøguni sum við ættargransking: Áhugin vaknar ikki, fyrrenn tað er um at verða ov seint, og tað fer at tynnast millum tey, tú kanst fregnast hjá.

Vit hava øll okkara serligu minni frá Læknastríðnum. Undirritaði er føddur í 1947, og tí er talan bara um barnaminnir. Men tað eru nakrar myndir, ið eru høgdar inn í hugan, eins og fóru hendingarnar fram í morgun.

Sysktinabarnið og eg stóðu í stovuvindeyganum hjá okkum á Stangavegi 22 og hugdu, meðan vápnaða politistaliðið við stálhjálmum fór manssterkt niðan gjøgnum Sýslumansbrekkuna hinumegin vágna. Eg haldi ikki, at vit til fulnar fataðu, hvat veruliga fór fram.

Eg minnist, tá ljósið fór, og verjuskipið lýsti við ovurhonds sterkum ljóskastara um alla bygdina. Vit togaðu rullugardinurnar niður og gardinurnar fyri, men kortini gjørdist alljóst í stovuni, og silhuettirnar av okkum sóust týðuliga á bróstinum. Tað kendist óhugnaligt, men tað var fjálgt og trygt innanhýsis, so tað bilaði ikki.

Einaferð minnist eg, at systur mín, sum arbeiddi á sjúkrahúsinum, antin var á veg av kvøldvakt ella á veg til náttarvakt. Tað segðist, at tað var ófriður í býnum, og tey gomlu hildu ikki, at tað var ráðiligt, at hon fór einsamøll um Vágna á náttartíð, sum hon var von. Ljósið fór, og pápi okkara fór antin við henni ella ímóti henni.

Seint eitt kvøldið bleiv bankað uppá hjá okkum, og á trappuni stóðu fleiri mans við byrsu á bakinum. Pápi okkara fór út í gongina at tosa við menninar, og læt innhurðina væl aftur eftir seg. Teir tosaðu lágmæltir eina góða løtu. So fóru teir, og onki bleiv sjálvandi nevnt um, hvat teir tosaðu um. Eg ætlaði fleiri ferðir at spyrja pápa okkara, hvat teir vildu. Men bleiv tað, sum við so mongum øðrum, eg vildi havt spurt um, einaferð ov seint!

Eisini minnist eg – helst tíðliga undir Læknastríðnum – at vit høvdu verið norðuri í trøðni á Helnabrekku, og komnir omanaftur við portrið við Ánavegin stóðu nakir menn undir gróthúsinum har. Tað er einastu ferð, eg minnist eitt opið orðaskiftið um støðuna. Svínoyar-Bjarni og Barmur lógu fortøjaðir millum havnarmerkini, og teir gomlu tosaðu aftur og fram um, hvørt tað mundi vera ”spreingistoff” í oljutunnunum, sum bóru wire’arnar millum skipini. Eg haldi, at meiningarnar vóru ymiskar.

Ein dagin skiltu vit, at okkurt var á vási í grannalagnum, og vit fóru út á trappuna at vita, hvat tað var. Tá stóðu nógvir fremmandir menn og ein hundur á trappuni hjá grannanum, og eg fekk at vita, at teir vóru danskir politistar. Teir fóru avstað við grannanum! Tann løtan kendist rættiliga óhugnalig hjá einum smádreingi – at teir fóru avstað við einum, eg kendi! Eg haldi, at alt gekk friðarliga fyri seg. Seinni hoyrdu vit ”fangaskipið” nevnt, har danir hildu klaksvíkingar sum fangar, og vit sóu eisini Ternuna, har hon lá við kaiina.

Hóast lítið bleiv tosað um Læknastríðið, so fingu vit børn eitt sindur við kortini, tí soleiðis eru børn; tey slota og lurta og kenna á sær.

Eygleiðarin í DR-sendingini segði, at ongin reypar um ein taptan fótbóltsdyst – kanska var ongin vinnari í klaksvíksdystinum fyrst í fimmtiárunum? Og tí bleiv evnið tagt burtur í mong ár? Í fótbólti finnast taparar ella vinnarar – ella er javnleikur. Men spurningurin er um tað finst nakar vinnari í einum kríggi? Eg eri víst innarliga fegin um, at Hitler og fylgisneytar hansara ikki blivu við yvirlutan eftir seinna heimsbardaga, tí teir umboðaðu óndskapin og alt tað ljótasta í menniskjanum.

Vit siga at teir sameindu vunnu seinna heimsbardaga. Russar siga – og kanska av røttum – at teir vunnu seinna heimsbardaga. Men kunnu vit veruliga tosa um nakran sigursharra? Hugsa um tær ótaldu milliónirnar av ósekum menniskjum, ið noyddust at lata lív undir bardaganum, og um allar tær ótaldu milliónirnar av ósekum menniskjum, ið fingu sálarligt mein fyri lívið, orsakað av øllum ræðuleikunum, og sum livdu við marruni restina av æviskeiði sínum? Hugsið um øll tey søguligu virðini, ið blivu oyðiløgd!

Tað er torført at tosa um sigursharrar, tá menniskjaligi prísurin er so øgiligur. Men hinvegin – skulu vit bara lata sanda til? Skulu vit lata órættvísina, tey frekastu og tey óndastu ráða? Tað kann kosta at vilja rættvísina og sannleikan – spurningurin er bara, um vit eru til reiðar at taka gruggið við, tá vit fara í hernað fyri rættvísini og sannleikanum – tí menniskjaligi lúshundurin lúrir altíð í skugganum og kann gera tær allarbestu ætlaninar til kaos, kúgan og órættvísi.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB