Lýsing
Lýsing
Løgmaður avmyndaður á fundi í Gamla Seglhúsi í desember mánaða 2020, tá løgmaður sjálvur, táverandi fíggjarmálaráðharri, umframt løgtingslimir fyri norðoyggjar og vágarnar luttóku. Eisini vórðu valfeløgini hjá sambandsflokkinum og fólkaflokkinum væl umboðaði. Á skránni var eittans mál - at avtakað bummgjøldini í tunnlunum | Mynd: Oliver Joensen

Haldið nú givin lyftir, løgtingsfólk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.03.2022 - 08:17 Leiðarin Politikkur

Nú nærkast, til Samferðslupakkin kemur fyri til atkvøðugreiðslu á Løgtingi. Millum mongu átøkini í honum er at innfría tað eftirhondini gamla lyftið um at gera Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ókeypis at koyra ígjøgnum – ein sera kærkomin fíggjarligur lætti til íbúgvar í Norðoyggjum og Vágum, serliga nú kostnaðurin á brennievni er ávegis til himmals.

 

Tá ið fíggjarmálaráðharrin herfyri knappliga og óvæntað varð skiftur út, hekk Samferðslupakkin á ein hátt í leysari luft. Tað er ongin loyna, at fráfarni landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, kempaði sera hart fyri at innfría gamla lyftið um ókeypis koyring. Nýggi fíggjarmálaráðharrin, Uni Rasmussen, hevur hinvegin hildið kortini tætt inn á kroppinum um, hvat hann heldur um Samferðslupakkan, so tað er ikki við sørt av spenningi, at norðoyingar og vágafólk síggja fram til 2. viðgerð og fyrru atkvøðugreiðsluna í málinum.

Í samgonguni er ikki full semja, skilst. Serliga eru tað tingfólk sunnanífrá í landinum, ið eru ímóti at gera undirsjóvartunlarnar norðanfyri ókeypis. Millum hesi teljast eisini samgongutingfólk, so greitt er, at tað verður neyðugt við stuðuli frá andstøðutingfólkum, skal lyftið haldast.

Hetta átti ikki at verið ógjørligt kortini. Í andstøðuni sita tingfólkini Jóhannis Joensen úr Miðvági og Eyðgunn Samuelsen úr Klaksvík, og valla fara tey at atkvøða ímóti ókeypis tunlum. Brandur Sandoy gav fyri jól til kennar, at hann ikki var álvuligur við at avtaka gjøldini, men er síðani farin úr bæði Løgtinginum og Fólkaflokkinum. Síðani er tað Erhard Joensen úr Suðuroy, ið hevur havt ein ávísan skepsis uttan tó at vera avvísandi fyri hugskotinum um ókeypis koyring.

Hugsandi er eisini, at Kristin Michelsen úr Sjálvstýri atkvøðir fyri, tá ið nú Samferðslupakkin eisini umfatar munandi meira farmasigling til Suðuroynna og tað tí samlað sæð verður til fyrimuns fyri hansara øki eisini. So alt í alt eru útlitini ikki so døpur fyri Norðoyggjar og Vágar, hóast onki er givið frammanundan.

Summi hava ført fram, at “tað snýr seg bert um eina tjúgukrónu”, og “harragud, hvat er tað at leika í um?”. Men málið er nógv meira týðandi enn so. Eitt er, at vinnulívið og hennara stóru bilar gjalda ómetaliga nógv meira enn persónbilarnir, ið gjalda 20 krónur. Men tað snýr seg fyrst og fremst um álit á politisku skipanina. Norðoyingar og vágafólk hava fingið lovað, at tá tunlarnir vórðu útgoldnir, skuldu gjøldini takast av. Í staðin hava vit verið vitni til, at politikarar hava vant seg við inntøkuna og at sleppa undan at gjalda.

Tílíkt gevur politikarastikni. At politikarar leypa frá sínum orði, bara fyri at sleppa undan at viðlíkahalda, er onki minni enn undanstøkking. Hetta eigur ongin at bjóða fólki. Her hava politikarar eitt gylt høvi til at betra um egið umdømi og at endurskapa álit á skipanina. Og tað er tað – sjálvsvirðing og virðing fyri egnum integriteti –, ið eigur at gera, at politikararnir trýsta á grøna “ja”-knøttin til Samferðslupakkan og til at avtaka bummgjøldini.

Politikarar: Sýnið nú í verki, at gjørligt er at hava álit á tykkum, og at eitt orð er eitt orð. Tað gera tit við langt um leingi at halda lyftini, ið givin vórðu íbúgvunum í Vágum og í Norðoyggjum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan