Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tunnilsgjøldini verða avtikin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2020 - 11:25 Mentan Myndarøð Politikkur Tíðindi Vinna

Á konstruktivum og siðiligum felagsfundi í Gamla Seglhúsi í gjárkvøldi kom fram hvussu nógv tunnilsgjøld fylla í hugaheiminum hjá fólki í útjaðarinum.

Á fundinum í Gamla Seglhúsi í gjárkvøldi vórðu løgmaður, fíggjarmálaráðharrin umframt løgtingslimir fyri norðoyggjar og vágarnar. Eisini vórðu valfeløgini hjá sambandsflokkinum og fólkaflokkinum væl umboðaði. 

Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni fyri kvøldi.

Fyri at fáa eina søguliga lýsing viðvíkjandi tunnilsviðurskiftunum varð Anfinn Kallsberg, fyrrvarandi løgmaður boðin við á fundin. Anfinn greiddi frá søguligu gongdini og fíggjarleistinum í samband við báðar tunnlarnar. Anfinn Kallsberg segði, at tunnlarnir mundu verða størstu sólskinssøgur á føroya land, tá hugsað verður um menning av vegakervinum í Føroyum. 

Anfinn Kallsberg undirstrikaði at fatanin viðvíkjandi bummgjaldi var tann, at tá lánini vórðu afturgoldin kom raksturin av tunnlunum at liggja hjá landinum. 

 

Bummgjaldið á veg í søguna

Bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin upplýstu, at í løtuni verða umfatandi viðlíkahald gjørd í báðum tunnlunum. Viðlíkahaldið verður eginfíggjað av tunnilsfeløgunum. Teir upplýstu eisini at arbeitt verðuri við, at fáa tunnilsgjøldini burtur so skjótt sum gjørligt, so tunnlarnir gerast partur av landsvegakervinum.

Fundurin fegnaðist um, at øll valfeløgini í Norðoyggjum og Vágunum eru samd um, at avtaka tunnilgjaldið. Felags fatanin á fundin varð, at avtøka av tunnilsgjaldi er ikki tað sama sum at koyra ókeypis, men heldur at ein tá gerst partur av samhaldsfasta landsveganetinum, sum vit øll gjalda til. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…