Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Hornorkestur fyri fullum seglum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  16.04.2022 - 10:19 Mentan Myndarøð Tíðindi

Enn einaferð vísti Klaksvíkar Hornorkestur hvør stirðil er í teimum á konsert í Nordatlanstiske hus í Odense í gjár.

Har var meir enn fullsett av fólki og spældu teir eisini saman við FDF Odense Musikkreds Brass band, sum løgdu fyri á konsertini – Song Without Words, The Ugly Duckling, Solen er så rød mor og aðrar við.

FDF Odense Musikkreds Brass band fer á Føroya vitjan í summar, og var tí eisini høvið at práta um ymisk praktisk viðurskifti í sambandi við ferðina.

Klaksvíkar Hornorkestur legði út við Kirkby Lonsdale eftir Goff Richard – kraftmikið, neyvt og taktfast. Síðani Swedish Hymn, Water Music (no. 5) eftir Handel, A Seal Lullabye eftir Alan Fernie, KÍ-Marshin eftir Norman Edwards, síðani ein yndisligan sálm úr Reyðu Bók, St. Clements, Farondole av Bizet.

Til endans spældu bæði orkestrini ”Eg oyggjar veit” við útseting eftir Alan Fernie – eitt krevjandi og vakurt stykki, sum bæði orkestrini megnaðu sera væl, tó at tey ikki høvdu vant tað so nógv saman, ið kann gerast torført, men støðið var har.

Ein frálik konsert í fullsetta Nordatlantiske Hus, sum varðatekur ungar grønlendingar, íslendingar og føroyingar, ið eru undir lestri í Odense. Eisini er eitt kollegie knýtt at húsinum við 25 kømrum, sum serliga eru ætlað ungdómum úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. M.a. heldur Føroyingafelagið og nógvir aðrir felagsskapir til her.

Tekur tú konsertina í Dómkirkjuni mikudagin og hesa undir einum, so er Klaksvíkar Hornorkestur í einum sera góðum ráki fyri tíðini undir kønari leiðslu av Fionu Parker, sum ger eitt megnar arbeiði. Kraftmikið, neyvt og yndisligt spæl – alt um somu leið.

Kendi fólkasangarin, Rasmus Lybert, sum er giftur við Annette Lybert, varastjóranum á Norðatlantika húsinum, var eisini við til konsertina. Hann tók til eftir konsertina: ”Jeres orkester er fantastiskt og spiller meget musikalst”!

Borgarstjórin, Karl H. Johansen, sum var við á ferði og heldur nógv av hornorkestrinum, kundi rættiliga breiða uppá seg, tí Klaksvíkar Hornorkestur leveraði vøruna í stórum stíli, sum orkestrið og ferðalagið kunnu vera errin av!

Borgarstjórin nýtti eisini høvið at handa Páll Sólstein eitt nótahefti, sum Jákup á Fløtti hevur gjørt. Tey Sjey Krossorðini kallar hann heftið. H. M. Jacobsen hevur skriva orðini, meðan Jákup á Fløtti hevur skrivað løgini.

Páll Sólstein hevur verið eitt gott umboð fyri Klaksik í Odense, tók Karl H. Johansen, borgarstjóri til, har Páll m.a. hevur spælt við í Odense Symfoniorekerster og hevur hann eisini saman við Symfoniorkestrinum spælt saman við Kim Larsen, ið búið í Odense.

Ein frálík páskaferð í vinarbýnum, Odense, er komin at enda og gongur leiðin heim aftur í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni