Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggja Bíbliutýðingin um at vera liðugt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2022 - 07:26 Tíðindi

Nú er møguleiki hjá øllum føroyingum, at lesa og gera viðmerkingar til nýggju føroysku bíbliuumsetingina

Leingið hevur hon verið ávegis, og nú er komið so langt, at til ber at lata alt Føroya fólk, úti sum heima, lesa 1. Mósebók í nýggju týðingini av Bíbliuni. Tilfarið er lagt út á heimasíðuna hjá Føroyska Bíbliufelagnum www.biblia.fo, har til ber at taka PDF- útgávu av 1 Mósebók niður. Viðmerkingar til tilfarið kunna sendast á teldupostin biblia@biblia.fo.

Tað var í 2016, at Hans Jacob Joensen, biskupur, sum andaðist beint fyri jól í fjør, var liðugur at umseta alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, til føroyskt. David Johannesen, prestur, hevur síðani týtt Sálmarnar.

Tað er stórarbeiði at týða úr hebraiskum máli, sum Gamla Testamentið er skrivað á og úr grikskum, sum Nýggja Testamenti er skrivað á. Arbeitt verður við at lesa alla Bíbliuna ígjøgnum við atliti til gudfrøðiliga trúvirðið, góðan málburð og orð, áðrenn útgávan verður løggild og útgivin.

Nógv fólk í og uttanfyri Føroyar úr ymsum kirkjum og samkomum taka lut í arbeiðinum. Føroyska Bíbliufelagið takkar øllum tykkum hjartaliga fyri ágrýtni og offurvilja í verkinum.

Fíggjarliga avbjóðingin er stór, so hóast fleiri longu hava stuðlað Bíbliuútgávuni, er framvegis tørvur á at fáa stuðul til verkætlanina. Til ber at stuðla við at flyta á kontu hjá Bíbliufelagnum í Betri 9181-4929227.

Ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út í 2023.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi