Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj áhugaverd frímerki frá Posta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.05.2022 - 08:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru fyrsta bókin á føroyskum, flotoyggjar, Föroya Bjór og lívrunnin list. Tey koma út mánadagin

 

Lívrunnin list

Hendan frímerkjarøðin vísir verk hjá trimum listarkvinnum, ið hvør á sín hátt, hvør við sínum teknikki og tilfari skapa fjálgandi verk, tengd at føroyskari náttúru og føroyskum tilfari. Vit eru so von við náttúrulýsingar og bygdalýsingar í føroyskari list. Men í hesum verkum er náttúran sjálv tilfarið, og hyggjarin følir og luktar blómur, ull og tara. Tað mjúka og tað hála, tað sterka og hvassa, tað fagurt reyða og tað fløskugrøna.

 

At veva, binda, seyma og brodera er túsundáragomul list, ofta undirmett og yvirsæð. Men kanska broyting verður smátt um smátt í so máta. Eitt rák í okkara tíð tykist vera áherðsla á stuttflutt tilfar, endurnýtslu og náttúruverju, eisini í listini, og Jórunn D. Poulsen, Astrid Andreasen og Tita Vinther umboða allar hetta rákið.

 

Flotoyggjar

Í nógvum oyggjasamfeløgum finnast hugmyndir um sokallaðar flotoyggjar. Oyggjar, sum onkursvegna koma rekandi uttan av havi, hvørva aftur, ella taka botn og verða partur av oyggjabólkinum, ofta orsakað av gandi ella líknandi atgerðum av fólki á staðnum. 

 

Í so máta eru Føroyar onki undantak. Flestu smáu oyggjarnar hava okkurt slag av flotoyggjasøgn knýttað at sær – eisini Svínoy og Mykines, sum júst hesi frímerkini mynda. Anker Eli Petersen legði til rættis.

 

Fyrsta bókin á føroyskum í 1822

Í 1822 bleiv fyrsta bók á føroyskum prentað. Tað var H.C. Lyngbye, sum gav “Færöiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans ætt” út.  Teksturin var Sjúrðarkvæðini, skrivað eftir munnligari frásøgn, sum hon vísir seg í føroyskum dansi, sum er samansettur av søgu, sangi og rørslu. Ole Wich hevur sniðgivið.

 

Sepac 2022

Myndevnið fyri ársins Sepac-frímerkjaútgávu er ”drykkjuvørur” – og í Føroyum slepst ikki undan at nevna fremsta virkið á økinum, bryggjaríið Föroya Bjór, sum nú í brátt hálva aðru øld hevur veitt føroyingum drykkjuvørur – øl og sodavatn av ymsum slag – og her, seinastu árini eisini destillerað bryggj. Snið: Anker Eli Petersen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…
Nú ber til at bíleggja kamar á KG
Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í…
Sunnudagin spælir KÍ ársins fyrsta venji…
Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0…
Norðsøki inni við 19.000 pundum
Sperrur­nar reistar á Auluni
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…