Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Vit hava nakað at prógva

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  26.05.2022 - 22:46 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) Norðingur bjóðar Klaksvíkingi av. Samrøða við Hjalmar Zachariassen, bátsformann á Norðingi.

Bátsformaðurin á Norðingi sigur undan Norðoyastevnuróðrinum, at fólk norðanfyri eru sera spent, men tað eru tó fá, sum geva Norðingi nakran møguleika móti Klaksvíkingi. - Vit skulu tí prógva nakað, og tað fara vit eftir, nú vit hava vant so leingi fram ímóti hesum róðrarárinum, sigur Hjalmar Zachariassen.

Undan róðrarárinum í ár er serligur spenningur í Norðoyggjum til 10-mannaførini. Tí fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð eru tvey 10-mannafør, sum bjóða seg fram frá fyrstu stevnu við seriøsum manningum og høgum málum. Klaksvíkingur skal verja føroyameistaraheitið, sum hann síðani 2006 hevur vunnið heili átta ferðir. Men Norðingur, sum er 10-mannafarið hjá NHR við góðum úrslitum fyri nógvum árum síðani, bjóðar av saman við øðrum bátum. Talan er um manningina á Sundabátinum, sum vann føroyameistaraheitið í fjør umframt nøkrum øðrum, har onkrir hava royndir frá m.a. Klaksvíkingi. Hjalmar Zachariasen er bátsformaður á Norðingi, og hann skal royna seg í 10-mannaførum fyri fyrstu ferð. Hann hevur nógvar royndir frá 6-mannaførum, tí av teimum fimm føroyameistaraheitunum hjá Sundabátinum í 2004, 2007, 2008, 2017 og 2021, so hevur hann verið við at vunnið tey fýra seinastu.

 

 

Leiga Skálabátin

NHR hevur leigað Skálabátin til í ár. Tað er eitt 10-mannafar, sum er bygt í 2006 av Sámali Hansen, og sum bara hevur róð eitt heilt kappingarár.

-Vit ynsktu at royna nakað nýtt og hava eina motivatión, tí 6-mannafør bleiv bara tað sama sum í fjør. Hjá einum so lítlum plássi er tað ikki lætt at manna 10-mannafar, tí vit hava roynt tað fyrr, har tað er farið í vaskið í síðstu løtu. Men hesaferð eydnaðist tað og fólk í økinum í Norðdepli/Hvannasundi eru spent, tí hetta er nýggj avbjóðing, sum vit ikki hava roynt áður í nýggjari tíð, sigur Hjalmar Zachariassen við Norðlýsið.

 

Manningin

Manningin á Norðingi eru tann sum vann føroyameistaraheitið við Sundabátinum í fjør. Hon var Hjalmar Zachariassen, Teitur Joensen, Rúni Klode, Sigmund K. Olsen, Bárður Rasmussen, Kristmund Petersen og Eydna L. Steinberg (róðurskvinna). Afturat teimum eru eru komnir Heri K. Olsen, sum róði við Klaksvíkingi í 2018. Anfinn Sivertsen, sum hevur róð nógv við Sundabátinum og eisini við Klaksvíkingi. Olgar Fuglø, sum er nýggjur í kappróðri, men sum hevur havt framúr úrslit í innirógving, har hann hevur vunnið sín bólk í vetur. John Selmar Sivertsen, sum hevur róð í KRF í eitt ár áður. So av teimum 11, so eru átta, sum eru royndir rógvarar.

 

 

Væl nøgdur við fyrireikingarnar

- Fyrireikingarnar hava gingið øgiliga væl. Tó hevur verið nógv sjúka millum manningina næstan allatíðina, men tað hava vist tey flestu í Føroyum verið rakt av. So tað hevur verið trupult at havt teir 10 rógvararnar samlaðar í bátinum, sum skulu rógva á Norðoyastevnu. Tað hevur verið týdningarmikið hjá okkum at havt eykafólk við, tí annars hevði staðið illa til, serliga í apríl mánað. Tað hevur verið ein lítil avbjóðing, men sum heild hevur venjingin gingið væl og síðstu tvær-tríggjar vikurnar hevur tað verið meira støðugt, so vit eru nøgdir.

- Venjingin minnir nógv um onnur ár. Vit royna at gera okkara besta til hvørja venjing. Eg haldi ikki, at vit gera so nógv eyka burturúr í ár í mun til onnur ár. Tað er trupult at siga, um vit eru í okkara besta formi. Nakrir eru eldri og eru farnir uppum 30 og onkur er síðst í 30'unum. Teir eru kanska ikki í sínum lívsbesta formi, men eg rokni við, at nógvir av teimum yngru eru í sínum besta formi nakrantíð, sigur Hjalmar.

 

 

Klaksvíkingur er favorittur

Til ódnartøkini 14. mai vann Norðingur ódnartøkini, har Havnarbáturin eisini luttók.

- Tað sigur ikki so nógv, men vit vóru væl nøgdir við tað, sum vit fingu burturúr. Tað var ein góð venjing, og tað var gott at flota bátin og koma eitt sindur í stevnuhýr, sigur Hjalmar Zachariassen.

-Vit vænta grótharða kapping. Klaksvíkingur hevur longu sagt, at teir ætla at støvsuga alt. So tað er tann báturin, sum allir ynskja at sláa. Teir hava eina roynd manning, sum er øgiliga væl fyri og hava eina góða blanding av ungum og eldri rógvarum. Man skal ikki avskriva Eysturoying. Teir hava vant við fullari ferð uttan at teir hava verið so nógv frammi í miðlunum. Har eru onkrir sera royndir rógvarar við. Havnarbáturin hevur eisini nógv gott ungt fólk. So eg haldi, at allir bátarnir er nokkso væl fyri, sigur hann. Uppá spurningin, hvørs Klaksvíkingur er stórfavorittur, so svarar Hjalmar soleiðis.

- Uppá ein máta síggi eg Klaksvíking sum stórfavoritt. Hóast vit føla, at vit hava gott fólk og venja nógv, so hava teir eina øgiliga vitan. Teir vita 100 prosent, hvat teir gera. Teir hava menn við, sum eru vanir við at vinna. Teir hava verið uppi ímóti nógvum mótstøðubátum og vita, hvat skal til fyri at vinna. So teir hava nógv meira vitan enn vit uppá tann mátan, sigur Hjalmar Zachariassen.

 

 

Serligt við tveimum 10-mannaførum úr Norðoyggjum

- Tað er øgiliga serligt og stuttligt. Eg haldi ikki, at tað hevur verið í nógv ár. Norðingur hevur ikki róð seriøst í nógv ár, har vit skulu minst 30-40 ár aftur fyri at finna seinast, at hann róði sum ein seriøs manning. So tað hevur kanska ongantíð verið so spennandi sum nú, um kappingin blívur ordiliga spennandi. Í Norðoyggjum er bara eitt fótbóltsfelag, men fleiri kappróðrarfeløg. Eg vóni, at tað heldur fram. KRF skal nokk klára seg øgiliga væl, men hjá NHR er tað truplari. Umstøðurnar eru smáar, men eg vóni, at feløgini koma at halda fram, tí tað er bara gott fyri kappróðurin, sigur rógvarin hjá NHR.

 

Skulu prógva nakað

Til seinast spyrja vit um vónirnar til Norðoyastevnu og kappingarárið sum heild.

- Tað er trupult at siga. Vit halda, at tað byrjar at síggja gott út hjá okkum. Men vit hava onga ordiliga føling við, um vit eru ordiliga á rætta stað ella um vit eru viðsíðurnar av. Men vit hava sagt, at nú hava vit vant so leingi, at nú krevja vit eitt sindur av okkum sjálvum, og tað merkir eitt gott úrslit. Vit venja altíð í Klaksvík í vikuni uppundir Norðoyastevnu, og tað gera vit eisini eftir ætlan hesaferð.

- Fólk í Norðdepli og Hvannasundi eru spent. Men tað liggur ein slík kensla um millum tey flestu, og tað var serliga fyrstu tíðina, at vit hava ongan møguleika móti Klaksvíkingi. So vit eru koyrdir í ein ''underdog'' leiklut. Men tað er upp til okkum at prógva, at tað er skeivt. Vit fara at gera eina roynd, sigur Hjalmar Zachariassen at enda við Norðlýsið.

Umframt Norðing, so er Sundabáturin eisini mannaður við 6-mannaførum kvinnum hjá NHR.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…