Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gunnhild og Kári gera klárt. Her vera terassan og stólar vaskað, so fólk eisini kunnu sita uttandura í góðveðrinum. 

Kongsstovan støkk upp matstað á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2022 - 11:30 Mentan Tíðindi Vinna

Á Norðoyastevnu hevur Kongsstovan í Haraldssundi støkk upp matstað. Tað eru bóndahjúnini, Gunnhild og Kári, ið búgva í Kongsstovuni í Haraldssundi, sum fara at selja stevnubitar á Norðoyastevnu. Tey fara at halda til í hugnaligu hølunum, har kafé Fríða áður helt til. Á matarlepanum verður ymiskt av teirra egnu rávørum og øðrum stuttfluttum.

 

Vit fara millum annað at borðreiða við turrum kjøti, livrarætti, hvannum og rabarbum. Alt verður ikki avdúkað her – kom heldur á gátt og njót matin aftur við onkrum leskiligum at drekka, sigur Kári. 
 
Vit vilja eisini skapa eitt stað, har fólk kunnu koma at njóta føroyskan mat, sum er framleiddur á burðardyggan hátt, og har framleiðarar og keyparar hittast, sigur Gunnhild.


Tey leggja aftrat, at tey vóna, at støkk upp matstovan verður væl vitjað, tí so hava tey kanska mót uppá at royna hetta aftur við øðrum rávørum, sum eru tongdar at árstíðunum. 


Soleiðis verður opið á Nólsoyar Páls gøta 7:
Fríggjadag: kl. 17-22
Leygardag: kl. 12-22
Sunnudag: kl. 15-19

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu