Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott veður sunnudagin at rógva kapp. Eitt lítið lot av ættunum ímillum norðan og vestan. Hetta, siga vælvitandi kelda í Steymnesi, er besta ætt at rógva í. | Mynd: Eileen Sandá

Róðrarveðrið á Sundalagsstevnu

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  17.06.2022 - 20:24 Ítrottur Tíðindi Veðrið

Róðurin er útsettur til sunnudagin, og tað er ikki løgi, tí veðrið í morgin verður ikki nógv at reypa av. Forsøgnin er útnyrðingur norðan, miðalvindurin seinnapartin fyri alt landið væntast at fara at liggja um 15 m/s.

Hetta er ikki veður til kappróður í Hvalvík. Útnyrðingur norðan fer av pollinum í Saksun og trýstir seg oman ígjøgnum Saksunardal og út á vánna. Vindferðin økist eitt sindur allan vegin omaneftir dalinum. Hetta kalla vit trakt-effekt.

Hendan effektin er allan vegin suður til Oyri. Tað er ikki fyrr enn sunnan fyri Veðranes, sum er ímillum Oyri og Selatrað, at vindurin minkar, har sundið víðkast.

Á víkini sunnan fyri bygdirnar í Hvalvík og Streymnes fer at vera meiri enn ein hampuligt lot á hesari ættini. Tað vita fyrireikararnir eisini, og teir hava útsett róðurin til sunnudagin.    

Sunnudagin er veðrið nógv frægari. Eitt lítið lot, 5 m/s ella minni, av ættunum úr norði niður í vestan. Hetta er góð forsøgn til kappróðurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará