Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kvinnurnar vunnu sannførandi í Djúpumýru seinasta leygardag. 3-1 gjørdist úrslitið og er hetta úrslit av miðvísum íløgum í Djúpumýru seinastu mongu árini. | Mynd: Oliver Joensen

Klaksvík stendur í ítróttarinnar tekni í juli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.06.2022 - 11:08 Ítrottur Leiðarin

Hóast onkur ítróttargrein, herundir landskappingin í fótbólti, heldur steðg í ídnaðarferiuni í meginpartin av juli, so spílar onnur ítrótt seg út í sama mánað. KÍ sleppur heldur ikki í dvala, heldur tvørturímóti, tí eftir ein steðg uppá knappar 2 vikur, skal felagið royna seg sum Dánjal í Leyvubølinum. Og so er tað nú, at Føroyaleikir eru fyri, har ein partur verður hildin í Klaksvík.

 

Tað hevur veruliga borið ávøkst, at Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt íløgur í lokala ítróttin. Úr rúgvuni kann nevnast, at stadionøkið við Djúpumýrar er vorðið góðkent av UEFA, í øllum førum til eitt vist, til europeiskar stórdystir og landsdystir. Kvinnulandsliðið hevur nýliga gjørt nýtslu av tí heimildini og leikaðu ein sera væl leiktan dyst ímóti Andorra, har tær eisini vunnu. Hjartaliga tillukku við tí. 

Áðrenn landskappingin fer í summarsteðg, spælir KÍ fyri seinastu ferð í várhálvuni ímóti NSÍ við Djúpumýrar í kvøld (mikukvøldið 29. juni) kl. 18:30. Pílarnir hjá feløgunum báðum peika í fullkomiliga hvør sín rætning, men hvør veit um ikki okkurt óvæntað hendir. Roknast kann við nógvum fólki, bæði tí at nú er summar, og av tí at kappingin fer í dvala eftir hetta umfarið. 

Nú fyrsta dagin, 1. juli, standa Føroyaleikir fyri framman. Tilsamans 20 ítróttargreinir eru við á Føroyaleikum, og 5 av teimum vera í Klaksvík. Talan er um FM í triathlon og styrkilyfting fríggjadagin 1. juli, vektlyfting leygardagin 2. juli og kúlulyfting og boccia sunnudagin 3. juli. Talan er um ein ítróttarfagnað í stórum stíli, har forsetin í ÍSF og borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, seta Føroyaleikarnar við Bátabrýrnar kl. 16:30 fríggjadagin 1. juli. Skipað verður eisini fyri drekkamunni og hoppiborgum til børnini, eins og Páll Brim syngur og spælir. 

Føroyaleikirnir verða eisini hildnir í Vági, Havn og Runavík. 

Stóra styrkiroyndin í fótbólti verður týskvøldið 12. juli kl. 19. KÍ møtir ongum minni enn norska Bodø Glimt, ið skaraði framúr seinasta kappingarár í norsku kappingini. Í inniverandi landskappingini í Noregi hevur tað tó ikki gingið betur enn næstbest, og tað merkir, at KÍ avgjørt hevur ein kjans, og vit ivast ikki í, at teir fara at spæla fyri tí kjansinum. Uttan iva møta heilt nógvir fjepparar til dyst, tí í ongum felagi er so stórur áskoðarastuðul sum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi. 

Dagurin er eisini stórur á tann hátt, at vøllurin við Djúpumýrar endiliga verður trykkprøvaður til ein dyst í Champions League. Sum øllum kunnugt skuldi tað vera ímóti Slovan Bratislava fyrraárið, men hóast KÍ vann, so var tað ein skriviborðssigur, sum Corona-farsóttin átti fult og heilt. Hetta er ikki mátin, KÍ vil vinna uppá, og nú verður so endiliga høvi at gera tað á vøllinum. Ongantíð betur enn at tað er við einum verdugum mótstandara. 

Ongin ið brúkar Norðoyabrillur trúði, at tað fór at bera til at gera tað betur enn í fjør í kappróðrinum, men Norðingur hevur veruliga givið kappingini nakað eyka, og juli 2022 verður róðrarmánaðurIN. Hóast heimasjógvurin er rógvin, er ongin ivi um, at norðoyingar fara at fylgja hvørjum einasta róðri, ið eftir er, við spenningi. 

Gott ítróttarsummar!

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni