Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: local.fo

Broytingar í tyrluprísunum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.06.2022 - 15:31 Tíðindaskriv Vinna

Tann 1. september 2022 verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni.

Atlantic Airways røkir rutuflúgvingina millum oyggjarnar fyri Strandfaraskip Landsins.  Rutuflúgvingin knýtir smáu oyggjarnar upp í meginøkið og er í nógvum førum einasti samferðslumøguleikin hjá útoyggjafólki. Íbúgvar á útoyggj hava tí fyrimunir framum onnur, tá tað ræður um tyrluflúgving. T.d. rinda tey hálvan prís, umframt at tey kunnu bíleggja pláss við tyrluni upp til 30 dagar áðrenn fráferð, meðan onnur í fyrsta lagi kunnu bíleggja sjey og tveir dagar áðrenn. Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, er vónin, at tað betrar enn meira um møguleikarnar hjá útoyggjafólki at ferðast við tyrluni.

 

Soleiðis sær nýggja prísbólkingin út:

Bólkur 1: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði á útoyggj, rinda index 50. 

Bólkur 2: Persónar, sum eru skrásettir í fólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, rinda index 100.

Bólkur 3: Persónar, sum ikki eru skrásettir í fólkayvirlitinum, rinda index 300. 

Dømi: Tá bólkur 2 rindar 100 kr, rindar bólkur 1 50 kr, og bólkur 3 rindar 300 kr. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum