Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsliðið til NM

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.07.2022 - 11:55 Ítrottur Tíðindi

Fríggjadagin fór okkara landslið í amboðsfimleiki til Íslands at umboða Føroyar til NM (Nordisk Mesterskab) í Kópavági. Kappast varð ígjár og í dag, og møguleiki er at síggja úrslitini beinleiðis á hesum leinki: Live Score – Sport Event Systems Leinki til live stroyming finnast her: NM 2022 – fimleikasamband.is

Í føroyska hópinum eru 13 fimleikarar, 6 menn og 7 kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari og Marjun Jacobsen hjálparvenjari. Londini sum eru til hesa kappingina eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finland og so Føroyar.

Fimleikasambandið er sera spent til hesa kapping, tí gongdin í føroyskum fimleiki hevur verið góð. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðan, at vit sóu fleiri av okkara fremstu fimleikarum kappast í Danmark við sera góðum úrslitinum.

Fimleikasambandið ynskir øllum bestu eydnu til kappingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Lýsing