Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bjarni í Svínoy 90 ár

SKRIVAÐ: Jóannes Hansen  |  12.07.2022 - 18:47 Lesarabrøv Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Í dag, týsdagin 12. juli, eru tað 90 ár síðani, at Malla átti Edvardi Jacobsen, Edvardi í Svínoy, frumborna sonin. Tríggir komu næstu árini – Helgi, Ingi og Atli. Bjarni og Ingi búgva í Havn, Helgi býr í Klaksvík, og Atli býr á Eiði.

 

Felags er, at teir eru so sera góðir við heimbygdina, og at teir allir eiga hús har úti. Bjarni eigur húsini hjá Ingu og Simon Just, ommuni og abbanum úti í Váli. Nú er tað longu ein hálv øld og meiri enn tað, síðani hann fekk sær hús í Svínoy. Tá var tað ikki so vanligt at hava summarhús á útoyggj, men nú eiga teir allir hús í Svínoy. Ingi yvirtók barnaheimið, og Helgi og Atli hava bygt har úti. Abbin, Poul, pápi mammuna, var úr Norðnastovu í Mikladali, og teir hava allir tiltiknu Norðnastovuhendurnar, so tað liggur væl fyri at smíða og fáast við alt annað handverk, og hugflogið er gott.

Malla og Edvard góvu tí frumborna navnið Bjarni. Svínoyarbjarni er tiltikin í føroyingasøguni, og kanska er tað eingin svínoyingur, sum hevur borið hetta navnið millum teir báðar. Hann í føroyingasøguni og so 90 ára føðingardagsbarnið.

Bjarni hevur tikið stig til nógv. Í dag verður tað nevnt íverksetari. Fyrr varð tað sagt, at tað var neyðugt, at onkur gekk undan. Hann er maskinsmiður úr Ídni í Klaksvík og maskinmeistari av professión, men dugir alt handverk og hevur smíðað fleiri bátar. Tann størsti mundi vera tann til útróður í Grønlandi, sum hann smíðaði í kjallaranum hjá Kemma úti í Klaksvík, har Munda var í handlinum. Bjarni er giftur Mundu hjá Sivert í Kunoy og Sannu, sum var ættað úr Klaksvík. Tey búðu fyrst í Kunoy og fluttu so inn á Bumshamar í Klaksvík at búgva, tá ið Munda var 10 ára gomul. Munda og Bjarni giftust í Keypmannahavn í 1955.

Tá hevði Bjarni longu verið nógv til skips. Hann sigldi sum maskinmeistari hjá ØK í Suðuramerika, og 1956 – 1958 búðu tey í Cap Tobin í Eysturgrønlandi, har Bjarni var maskinmeistari á elverkinum. Tað mundi uttan iva vera uppliving fyri lívið at búleikast heilt atskyld frá umheiminum í villmarkini og ímillum tey innføddu. Í fríløtunum slapp Bjarni rættuliga at royna seg sum veiðumaður, um tað so var á ísbjarnarveiðu, kópaveiðu ella úti á ísinum til fiskarí. Og tá ið Munda eitt nú skuldi til handils í Scoresbysund, noyddist hon at taka riffluna á bakið, spenna tólv grønlandshundar fyri sletuna við førarahundinum Malabar á odda og so avstað. Og so var hann maskinmeistari við fleiri klaksvíksskipum – eitt nú hjá teimum á Seglhúsinum, hjá Palla hjá Mariannu og báðum Stellutrolarunum.

Eftir at tey vóru flutt aftur til Føroya, búði hetta hábærsliga parið í Klaksvík. Bjarni plagar at taka til, at tað gekk so illa at fáa grundøki har norðuri, og so fluttu tey til Havnar, búðu fyrst á Fjósatrøðni og bygdu í 1970 í góðum grannalagi á Frælsinum. Malla var fødd, meðan tey búðu í Keypmannahavn. Næstur er Sjúrður, sum var føddur í Grønlandi, Edvard og Súsanna sóu dagsins ljós í Klaksvík, og Bogi og Rósa vórðu fødd, meðan tey búðu á Fjósatrøðni. Malla, Súsanna og Bogi búgva í Havn, Rósa býr í Sveis, og Sjúrður og Edvard búgva í Svínoy.

Eitt skifti var Bjarni maskinmeistari við Gamla Andrassi og Leiki, og so var hann í átta ár við Krúnborg hjá Eileri Jacobsen. So var tað, at teir báðir Bjarni og Ingi lótu trolara smíða í Frankaríki. Dragaberg royndist væl, og tá ið teir miðskeiðis í 80unum fingu gott boð, so seldu teir. Dreymurin hjá Bjarna var altíð at flyta útaftur í føðioynna. Fyri tað, sum fekst burtur úr søluni av Dragaberg og væl meiri enn tað, setti Bjarni í smoltstøð í Svínoy, og tey bæði Munda fluttu út. Tað gekk, sum tað tá í tíðini gjørdi hjá teimum, sum vóru við í alingini. Tað vóru uppgangstíðir og niðurgangstíðir, og at enda bar tað ikki til at klára skerini, og so steðgaði alt upp.

Hjartamálið var at fáa tunnil – einar 1700 – 1800 metrar – ígjøgnum Havnartind. Um tað eydnaðist, so var Bjarni vísur í, at Svínoy var á sama støði sum Kalsoy og Nólsoy at koma til og frá og altíð slætt at sigla. At fara av Norðtoftum og Yvir í Havn, einasta kyrrupláss í oynni, hevði verið sum at sigla innanskers í Norra, plagar Bjarni at siga. Einaferð tók hann til, at um tað almenna ikki fór í holtur við hetta, so gjørdi hann tað sjálvur. Men hann ásannaði, at hann ikki hevði fíggjarliga orkuna, sum skuldi til. Søgan vísir, at tað eru einstaklingar, sum ganga undan, og soleiðis hevur verið við fleiri í Norðnastovuslagnum. Elsti sonurin, Sjúrður, hevur nú saman við Bakkafrost arbeitt virksemið í smoltstøðini í Svínoy uppaftur, og vónandi fer tað at eydnast. Kanska fara teir at fáa dreymin hjá Bjarna til veruleika um tunnil Yvir í Havn og ferjulegu inn á Norðtoftir, so Svínoy verður nærri meginøkinum, og møguleikin verður brúktur at fáa nyttu úr stóru víddunum, sum eru um Svínoyareið.

Sjúrður vil so ógvuliga fegin fáa hetta at bera til og gera dreymin hjá pápanum til veruleika, og hugaligt er tað, at Regin og Bakkafrost taka lógvatak saman við honum.

Í síni tíð – og tað var í mong ár – vóru Malla og Edvard stuðlar í salinum. Edvard talaði við framúr góðum gávum um Guds kærleika og náði hvørt sunnukvøld, tá ið hann var heima, og heimið var eyðkent av gestablídni og kærleika. Sunnudagurin var serligur hátíðardámur, meðan tey fyrireikaðu seg at fara á møtið.

Svínoyingar vóru trúfestir at ganga á møti, og soleiðis er tað framvegis. Bjarni og fyrikomandi og blíða Munda hava borið kyndilin víðari í heimbygd hansara, og tey fegnast um, at eisini tey í næsta ættarliðnum dáma væl at vera í Svínoy og at savnast í salinum.

Hjartaliga til lukku við stóra degnum og Harrin signi tykkum – Munda og Bjarni – og øll tykkara.                                         

Jóannes hjá Ragnhild systkinabarninum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valevnini vitjaðu Norðlýsið
Bil á valstaðið
Borgar­stjó­rin stúrin fyri hvat hendir af…
Góðu Fólka­floksveljarar
FYRST VÁGUR, NÚ FØROYAR
Kaféirnar væl vitjaðar
Góði veljari
Íbúðaveiting
Eftirløn – nýbrot.
Skúlin er ikki fyri øll!
Slagið stendur í morgin
GOTT VAL 
Arbeiðsmarknaðarmál skulu á skrá
Menniskjalív við lív í
Tey 10 politisku boðini
Rossini á Skoradali
Robottur ella røktari
EINFALDA MÁLIÐ UM GONGD Í HAGA
GOTT VAL
Fosturtøka og reingjað tøl