Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gott lag á samgongufloksformonnunum, tá samgongan varð skipað í 2019. Síðani hevur fólkaflokkurin fingið nýggjan formann og stevið er farið at ridla, sum vant er, tá tað nærkast vali | Mynd: Jóhann Lützen

Skrivar løgmaður út val á ólavsøku?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.07.2022 - 13:00 Ítrottur Leiðarin Mentan Politikkur

Nógv tekin eru í sól og mána um, at tingfólk eru farin at brynja seg til val. Samgonguloyaliteturin bliknar, og bæði tingfólk og summi løgtingsfólk eru farin at arbeiða í sjálvdrátti. Tað er eitt greitt tekin um, at val er í væntu. Men nær? Samgongan er nógv merkt av innanhýsis ósemjum, men samstundis vita vit av royndum, at politikarar vilja halda fast um sítt vald sum longst.

 

Ólavsøka er í hondum, og hetta er tann fyrsta síðani 2019, ið verður hildin undir vanligum umstøðum. Sum norðoyingur hugsar ein sjálvsagt fyrst og fremst um kappróðurin ólavsøkuaftan, har feløgini og bátsmanningarnar úr Norðoyggjum veruliga hava brillierað í ár og uttan iva fara at endurtaka tað frammanfyri túsundtals ólavsøkugestum seinni í dag. Men einaferð kemur gerandisdagurin aftur, og fyri okkara fólkavaldu byrjar hann klokkan 13 í morgin, ólavsøkudag. 

Longu áðrenn Løgtingið fór í summarfrí byrjaðu ávísir tinglimir at spæla fríspæl. Tað luktaði av, at teir tevjaðu val. Hetta kann tó hava verið ávirkað av støðuni í Danmark, har forsætisráðharrin í mai/juni mátti standa til svars fyri minkamálið, og fleiri eygleiðarar bæði har og her heima umrøddu møguleikan fyri fólkatingsvali í úrtíð. Tað kann tí hava verið eitt fólkatingsval, føroysku tinglimirnir hava tevjað.

Hvussu er og ikki, vórðu nøkur samgongumál skotin út til horna fyrst í mai. Tað vóru serliga tey bæði málini gongd í haga og avtøkan av bummgjøldunum í undirsjóvartunlunum, ið vóru mest frammi í almenningunum. At skjóta tey út til horna tá er møguliga fyri at kunna brúka tey í einum valstríði.

Tað verður tó neyvan annað av teimum báðum málunum, ið fáa løgmann at útskriva val. Heldur verður tað tann veruleikin, at fíggjarlógin ikki sær út til at fara at hanga saman, og at politikararnir í økjunum tí fara at berjast fyri at fáa til sítt øki – nóg mikið er ikki til øll økini.

Her er tað serliga í Suðuroynni og í miðstaðarøkinum, at tey størstu og dýrastu ynskini fara at koma. Suðuroyartunnilin er nógv tann størsta einstaka íløgan í Føroya søgu, og so nógv størri enn tann næststørsta. Hóast flestallir politikarar eru fyri, at tunnilin einaferð kemur, er tað eitt faktum, at hann fer at tyngja fíggjarlógina nógv í heilt mong ár eftir, at hann er samtyktur. Her er spurningurin, hvussu nógv suðuroyartingfólk fara at leggja fyri fyri at fáa hann á komandi fíggjarlóg. Vit kenna ikki svarið, men helst kennir løgmaður tað.

Í miðstaðarøkinum eru tær flestu stóru og dýru íløgurnar lagdar seinnu árini. Úr rúgvuni kunnu nevnast landskassaparturin av Ytra Ringvegi, Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Næsta stóra íløgan í Havn er Tjóðleikhúsið, og her kann tað heilt væl hugsast, at politikararnir í Suðurstreymoy fara at krevja, at fíggingin verður játtað á fíggjarlógini 2023, annars taka teir ikki undir við henni. Somuleiðis kann hugsast, at tinglimir uttanfyri miðstaðarøkið fara at krevja, at tjóðleikhúsið ikki verður sett á, tí fíggjarstøðan er, sum hon er.

Í Landsstýrinum er Uni Rasmussen farin undir at broyta bygnaðin á Strandferðsluni, og Jenis av Rana fekk av grovfílini frá Javnstøðunevndini vegna samansetingina av stýrinum av Kringvarpinum. Kaj Leo Johannesen hevur stór ynski um batar á heilsuøkinum, men hesir kosta pengar. Á Løgtingi var Erhard Joensen sera skeptiskur um ókeypis tunnilsgjøldini og gordiski knúturin um gongd í haga spøkir framvegis. Í øllum hesum málum er tað ivasamt, um meiriluti er í samgonguni.

Tað er tí fallið fleiri samgongutinglimum fyri bróstið, at sami Erhard Joensen sum formaður í Fíggjarnevndini hevur verið so nógv úti og verið positivur fyri Suðuroyartunlinum – ja, sagt, at Suðuroyartunnil má koma sum skjótast. At hann soleiðis er lokalpolitikari í summum málum og fíggjarnevndarformaður í øðrum er greitt tekin um, at hann vil markera seg og tekkjast egnum veljarum í Suðuroy.

Men løgmaður fer heilt víst fyrst og fremst at hava eina afturlítandi ólavsøkurøðu, har hugt verður at, hvat eydnaðist, heldur enn at fokusera upp á, hvat spjaðir samgonguna. Hann fer at nevna, at tað eydnaðist at basa Corona, hóast smittan er við at taka seg upp aftur. Og so fer hann at nevna sólskinssøgurnar við ókeypis sálarfrøði til tey ungu og frambrotini á samferðsluøkinum so sum Hvalbiartunnilin og komandi tunlar Norður um Fjall og Sandoyartunnilin. Hartil fer støðan í Ukraina helst eisini at fylla nakað.

Eitt, sum møguliga fer at spæla inn, er fólkatingsvalið. Løgmaður vil treyðugt útskriva eitt val, ið fer at liggja á leið samstundis sum fólkatingsvalið, tí neyðugt er at fara at hava 2 ymisk valstríð. Í Danmark vænta fleiri, millum annað fyrrverandi forsætismálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen, at Mette Frederiksen fer at útskriva valið skjótt, møguliga longu í september.

Samanumtikið vænta vit tí ikki, at løgmaður fer at útskriva val á ólavsøku nú í 2022, nakað sum annars er vorðið vanligt at gera. Hann fer at bíða til aftaná fólkatingsvalið.

Og góði ólavsøkustemningurin fer bæði at merkja tingfólk og leikfólk. Fyrst savnast øll tingfólkini, hóast allar innanhýsis ósemjurnar, til eina savnandi ólavsøkuprædiku í Dómkirkjuni, ið verður varpað í hvørt hús í Føroyum. Og seinni í annaðkvøld savnast túsundtals føroyingar til midnáttarsamkomu á Vaglinum, har hvør fuglur sleppur at syngja við sínum nevi.

Norðlýsið skal við hesum ynskja øllum eina góða ólavsøku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB