Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbóltskvinnurnar byrja nú Eurovolley undankappingina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.08.2022 - 11:24 Ítrottur Tíðindi

Sirið Hanusardóttir Samson og Anna Arnholdsdóttir úr Mjølnir eru úttiknar

Sunnudagin 21. august leika mennirnir seinasta dystin í hesi undankappingini. Teir taka ímóti Belgia á heimavølli sunnudagin kl. 17.00. Samstundis seta kvinnurnar skjøtul teirra undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móiti Kroatia.


A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal leika seks dystir fram til 11. september - tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Liðið er komið í bólk saman við Kroatia, Rumenia og Ísrael. 


Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nr. 10 í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnir dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia. Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 cm.


Fyrsti dysturin verður í Osijek í Kroatia sunnudagin kl. 17.00 føroyska tíð. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum verður longu mikudagin í næstu viku móti Rumenia heima.


Landsliðsvenjarin Lars Engell og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen hava tikið út hendan hópin av 14 leikarum, sum fara at leika allar seks dystirnar:


1. Hanna Iansdóttir, Ikast
3. Jóhanna Christiansdóttir, TB
4. Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus
5. Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
6. Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
7. Janna Falkvard, SÍ
8. Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
9. Milja Silvansdóttir, KÍF
10. Eva Winther Nagata, ASV Aarhus
11. Jakobina Joensen, KÍF
12. Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley
13. Anna Larsen, Aalborg Volley
14. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr
15. Elsa Samuelsen, Førde

 


Dystarskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út:


Sunnudagin 21. august kl. 17.00 Kroatia - Føroyar
Mikudagin 24. august kl. 19.00 Føroyar - Rumenia
Leygardagin 27. august kl. 17.30 Ísrael - Føroyar
Sunnudagin 4. september kl. 17.00 Føroyar - Ísrael
Mikudagin 7. september kl. 15.00 Rumenia - Føroyar
Sunnudagin 11. september kl. 17.00 Føroyar - Kroatia


Allir dystirnir síggjast á eurovolley.tv og heimadystirnir síggjast eisini á Televarpinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…
Nú ber til at bíleggja kamar á KG
Posta miðsavnar seg um kjarnuvirksemið í…
Sunnudagin spælir KÍ ársins fyrsta venji…
Hækkaður pensjónsaldur gevur minni enn 0…
Norðsøki inni við 19.000 pundum
Sperrur­nar reistar á Auluni
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár