Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skip og bátar við Stórukai í Klaksvík summarið 1948 | Mynd: Fjallheim

Skip á vágni í Klaksvík í 1948

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  16.09.2022 - 16:05 Mentan Tíðindi Vinna

Óli Olsen , fyrrverandi sjómansskúlalærari í Tórshavn, hevur fingið atgongd til myndasavnið hjá Jóannes Fjallheim og komandi tíðina fara vit av og á at síggja myndir haðani við onkrum teksti afturvið, umframt aðrar myndir

 

(Grein úr blaðnum)

 

Henda myndin úr savninum hjá Fjallheim er tikin í 1948. Í krókinum við kaikioskina liggja Ørvur TN 330 (seinni KG 120), Torvanes KG 137 (seinni Havnatindur KG 464) og Mækjuvík KG 96. Fermda skipið aftan fyri útróðrarbátarnar er skonnartin Lilie KG 394. Aftan fyri hana Svínoy KG 235 og aftast suðuroyarslupp.

Ytrumegin Stórukai liggur Polarstjørnan KG 387. Hon hevur brúgv og fekk seinni bakka eisini. Aftan fyri Polarstjørnuna liggja bretskir trolarar. Skonnartin við stangabrúgvarnar hinumegin er helst Polo KG 141.

Nøkur orð skulu nú sigast um fiskiførini. Útróðrarbátin Ørv er ætlanin at venda aftur til eina aðru ferð.

 

Torvanes – Ternusker – Havnatindur

Georg Joensen av Eiði, búsitandi í Klaksvík, læt í 1947 Torvanes, um 32 tons, smíða á Brøður Olsens beding (Lítlubeding) í Klaksvík. Báturin hevði hvalabak, og motorurin var ein 90/110 hesta hundested.

Í 1952 keyptu leirvíkingar Torvanes og nevndu hann Ternesker. Í 1958 kom báturin aftur til Klaksvíkar og fekk navnið Havnatindur. Hetta vóru serliga útróðrarmenn úr Haraldssundi, flestir teirra búsitandi í Klaksvík, sum keyptu deksbátin. Teir róðu dúgliga út við við Havnatindi komandi mongu árini. Báturin er ikki til meir.

 

Mækjuvík - Havdis

Á Klaksvíkar sleipistøð, norðanvert Lítlubeding, var í 1946 liðugt at smíða útróðrarbátarnar og systurskipini Mækjuvík og Váðaklett. Bátarnir, sum Kjølbro átti, vóru 21 tons og høvdu 90 hesta alfa diesel motor. Petur Joensen, bedingsmeistari, skipaði fyri. Væl seinni seldi pf. J.F. Kjølbro útróðrarbátarnar, og Mækuvík endaði í Fuglafirði, har ið hann fekk navnið Havdis.

 

Lilie

Malvinus Hansen í Vátutoft í Klaksvík keypti hesa trímastraða skonnartina í 1929 úr St. Malo í Fraklandi. Liljan, sum hon vanliga varð kallað, var smíðað í 1921 í St. Malo, 195 tons, og fyrsti motorurin var 135 hesta tuxham. Í 1941 keypti Kjølbro skonnartina frá Malvinusi, sum kortini helt fram at føra hana.

Jákup Andreasen, sum hugleiðir um Liljuna, sigur, at Malvinus í Vátutoft førdi hana til 1947, tá ið Sigmund Heinesen úr Kunoy tók við sum skipari. Í 1960 fór Sigmund at føra nýggja línubátin Jákup B, og aðrir tóku um endan. Umframt at royna undir Íslandi og Grønlandi var Liljan onkran túrin í Nýfundlandi eisini. Um heystið plagdi hon at vera á sild norðanfyri.

Seinni, tá ið Liljan var umbygd og hevði fingið nýggjan motor, sigldi hon farmasigling um veturin. Hon sigldi eisini á bretska marknaðin við ísaðum útróðrarfiski av Stongunum. Tá ið Liljan beint undan jólum í 1960 var ávegis til Føroya úr Bretlandi við kolafarmi, fór hon at leka illa og sakk. Manningin varð øll bjargað.

 

Svínoy og Polarstjørnan

Við grønlandsfiskiskapi í huga vóru hesar trivaligu sluppir smíðaðar veturin 1925-26 í Sunde í Noregi. Jákup Jensen, Jákup hjá Jensi, úr Svínoy, búsitandi á Viðareiði, átti Svínoy, og Magnus Fuglø, Magnus av Viðareiði, Polarstjørnuna. Svínoy var 124 tons og hevði 57 hesta skandia motor. Polarstjørnan var heldur størri, 134 tons,  og hevði 80 hesta motor við gløðihøvdi.

Jákup hjá Jensi førdi Svínoy í mong ár. Av skiparum, sum seinni førdu hana nevna vit Jóhan Purkhús, Hans Isaksen og Esmar Jacobsen. Jens Clæmint Isaksen átti skipið seinni, og í 1957 tók sonur hansara Jens Sofus Isaksen við. Hann hevði Svínoynna til 1960, tá ið hann seldi Símuni Paula Johansen á Strondum hana.

Magnus av Viðareiði fór til Grønlands við Polarstjørnuni sama summarið (1926), sum hon var liðug at smíða. Men á túrinum varð hann sjúkur og kom ongantíð fyri seg aftur. Aftan á Magnus førdu aðrir skipið. Nevnast kunnu Malvinus Hansen, Jógvan Isaksen og Palli Rasmussen. Í 1937 keypti Kjølbro Polarstjørnuna frá einkju Magnusar, Elsebeth Sofíu Fuglø. Væl seinni broyttust eigaraviðurskiftini aftur.

 

Polo

Í 1929 keypti Kjølbro trímastraðu skonnartina Immaculee Conception úr St. Malo og nevndi hana Polo. Hon var smíðað í 1921 í Binic í Fraklandi og var 208 tons. Hon fekk motor eftir at vera komin til Føroya, 120 hesta tuxham.

Símun Poulsen, Símun hjá Póli, ættaður úr Svínoy var skipari á Polo øll árini, hon var til fiskiskip, 1930-51. Bestimaður hansara, bygdarmaðurin Edvard Jacobsen, var flaggskipari, tá ið teir vóru í Grønlandi. Edvard hevði tikið longdina umframt fiskiskiparaprógv, sum var krav, skuldi mynstrast sum skipari til Grønlands.

Seinastu mongu árini sigldi Polo við farmi. Til Føroya hevði hon serliga byggitilfar til Klaksvíkar Timburhandil og úr Føroyum fiskaúrdráttir, eitt nú sildatunnur. Jógvan Páll Fjalsbak førdi skonnartina nógv í  farmasigling.

Í 1967 varð Polo seld havnarmonnum. Okkurt hendi við umstýringini sama summarið, og skipið strandaði á Eystaru vág í Havn. 12. oktober 1968 varð Polo søkt millum Stong og Eystnes og strikað úr skipaskránni 22. september 1970.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja