Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein vegur til tryggari ferðslu og grønari framtíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2024 - 09:00 Politikkur Tíðindaskriv

Bussleiðin skal vera so góð, at tað verður møguligt at klára seg uttan bil. Tí má bussleiðin økjast til at koyrt verður hvønn dag í vikuni og longri út á kvøldið.

 

 

 

Bussleiðin kann loysa ferðsluruðuleikan við skúla og barnagarð

Ferðsluruðuleikin við skúla og barnagarð er vorðin ein avbjóðing, tí bilarnir eru so nógvir í tali og trongsulin við skúlan er vandamikil, serliga fyri okkara minstu borgarar. Foreldur hava eina serliga ábyrgd í hesum sambandi. Við at eggja børnunum at taka bussin í skúla, stuðla vit ikki bert einum grønum umhvørvi, men minka eisini um vandan, sum stendst av ferðsluruðuleika við skúlan. Tað er óhugnaligt at síggja smá børn navigera millum bilarnar, og hetta kann í ringasta føri enda við vanlukku. Eitt nú í Danmark verða foreldur biðin um ikki at koyra børnini í skúla við bili vegna trygdarvandan, ið stendst av nógvu ferðsluni.

 

Effektiv og álítandi bussleið

Ein effektiv og álítandi bussleið er ein alneyðug tænasta í einum nútímans samfelag. Við at bjóða bussleiðir, sum hóska til tørvin hjá borgarunum, og rutur, sum fevna um øll øki, kunnu vit gera almenna flutningin til fyrsta val hjá fleiri. Hetta vil ikki bert minka um ferðsluna á vegunum, men vil eisini verða við til at skapa eina reinari kommunu.

 

Ein íløga í framtíðina

Ein betri bussleið er ikki bert ein tænasta, men ein íløga í framtíðina. Hon ger tað møguligt fyri fólk at liva uttan privatbil, um tey ynskja tað. Tað kann verða ein neyðug sparing hjá ungum familjum og kann vera við til at geva eina betri lívsgóðsku. Harumframt styrkir hon um felagsskapskensluna, tá ið fólk møtast á ferðini. Vit mugu tí økja og betra um bussleiðina, so hon kann brúkast hvønn dag og ger tað møguligt hjá fólki at klára seg uttan bil.

 

Latið okkum arbeiða saman fyri at betra um bussleiðina. Tað er ein vinn-vinnstøða fyri okkum øll, fyri umhvørvið, fyri ferðslutrygdina og fyri framtíðar ættarlið.

 

Sylvia Thomsen

Valevndi Sjálvstýrisins á Lista D

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður