Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkin skal ruddast

SKRIVAÐ: Sven Dahl  |  20.10.2024 - 21:11 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkin, okkara kæri býur, er ikki so ruddiligur, sum vit øll vildu ynskt. Á almennum økjum standa rustaðar maskinur og annað órudd hjá kommununi, umframt bilar, bátar og annað skrambul hjá privatfólki. Hetta er óheppið, tí Klaksvík kann verða ein reinur og vakur býur

 

 

Kommunan hevur evstu ábyrgd

Kommunan má taka ábyrgd og ganga á odda við at rudda síni egnu øki fyrst. Ídni og økið framman fyri bygningin eru dømi um almenn støð, sum eru millum tey ljótastu og mest óruddiligu á havnaøkinum, og tað er kommunan, sum eigur hesi øki. Eisini úti á Bumshamri eigur kommunan eitt øki við nógvum óruddi, og uppi í Borðavík standa nógvar stórar rustaðar og óvirknar maskinur á kommunalum lendi.

Hetta er ikki nøktandi í einum býi, við slagorðinum ”Reinur og fríur Klaksvíkar býur”. Kommunan eigur at vísa í verki, at hon tekur slagorðið í álvara. Tað byrjar við at rudda og fríðka um á øllum kommunalum økjum.

 

Umhvørvisætlanin hjá kommununi

Í umhvørvisætlanini hevur kommunan sett sær fyri at rudda havna- og vinnuøki og at forða fyri, at burturkast verður sett har ella aðrastaðni. Nú er tíðin komin at liva upp til hesi mál og vísa borgarunum, at kommunan tekur evstu ábyrgd fyri at betra um umhvørvið.

 

Eitt felags átak fyri ein reinari bý

Tá ið kommunan hevur ruddað síni øki, kann hon so heita á privatfólk um at gera tað sama. Vit mugu øll standa saman og taka okkara ábyrgd. Ein reinur og væl skipaður býur eggjar til trivnað og stoltleika millum borgararnar og hevur jaliga ávirkan á ferðavinnu og lokala búskapin.

 

Sjálvstýri vil taka ábyrgd

Politisk raðfesting er neyðug, og Sjálvstýri ætlar at tryggja, at kommunan fyrst tekur sær av sínum egnu økjum og síðani stuðlar borgarunum í at gera tað sama. Hetta verður eitt av okkara høvuðsmálum komandi valskeið. Vit vilja arbeiða fyri, at býurin verður reinari, vakrari og tryggari at búgva í.

 

Eg ætli mær at gera mun

Eg ætli mær at arbeiða fyri, at vit saman kunnu fáa Klaksvík til Føroya vakrasta og reinasta bý. Vit hava øll ein leiklut at spæla, og tað byrjar við, at kommunan gongur á odda.

Lat okkum hvør í sínum lagi taka ábyrgd, og saman kunnu vit skapa ein bý, har vit stolt kunnu siga, at vit búgva í einum "Reinum og fríum Klaksvíkar býi". Tað er fyrst og fremst ein kommunal uppgáva, sum eg fari at gera alt fyri at fremja.

 

Ídni og økið framman fyri bygningin eru dømi um almenn støð, sum eru millum tey ljótastu og mest óruddiligu á havnaøkinum.

 

Á almennum økjum standa rustaðar maskinur og annað órudd hjá kommununi.

 

 

Sven Dahl
Valevni Sjálvstýrisfloksins á Lista D

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður