Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hvalurin vann FM hjá 6-mannaførum í 2024. Nú ljóðar, at teir ætla at bjóða av ovast uppi, hjá 10-mannaførum í 2025. | Mynd: Oliver Joensen

Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mannafar til 2025

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.10.2024 - 22:17 Ítrottur Tíðindi

Tað eru føroyameistararnir á Hvalinum, sum ætla at bjóða teimum bestu av í 2025.

Tað er tó ov tíðliga at staðfesta nakað enn, sigur Ingvar Ellinsgaard, sum tó váttar, at teir arbeiða fram ímóti at manna eitt 10-mannafar á Eiði. Hann var við at vinna FM við 6-mannafarinum Hvalinum í ár og tað eru hesir, sum ætla at manna 10-mannafarið. Ætlanin er at leiga ein bát, tí felagið eigur ikki 10-mannafar.

Hetta er tíðin, tá bátar verða mannaðir og ofta eru eisini bátar, sum um hesa tíðina á árinum eru nærum mannaðir, men sum tó ikki blíva endaliga mannaðir, tá regluligu venjingarnar byrja eftir ársskiftið. Tað frættist, at tað verður arbeitt við at manna fleiri 10-mannafør til 2025. Síðstu árini hava bara Klaksvíkingur og Norðingur luttikið hvørt ár og sum skilst er sannlíkt, at teir eisini verða við í 2025. Men søgur ganga um, at tað verður arbeitt við at manna Fuglfirðing, Eysturoying, Havnarbátin og Ormin Langa. So má tíðin vísa, um tað ber á mál.

Klaksvíkingur hevur vunnið FM fýra ár á rað, men tey síðstu trý árini hevur Norðingur á hvørjum ári vunnið onkran róður.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður